Tvey ára stuðulsavtalu við bjargingarbátin Rescue LÍV

  • 01 Mar 2019
  • - LÍV

Tíðindaskriv

Tryggingarfelagið LÍV hevur gjørt nýggja tvey ára stuðulsavtalu við bjargingarbátin Rescue LÍV, sum Landsfelagið fyri Bjargingarfeløg (LFB) eigur.

Við nýggju avtaluni er LÍV framvegis høvuðsstuðul hjá Rescue LÍV. 

Stuðuls- og samstarvsavtalan hevur til endamáls at stuðla virkseminum hjá bjarginarbátinum Rescue LÍV og tryggja, at raksturin av bátinum er í tryggari legu. 

-Sum Lívstryggingarfelag vilja vit ganga á odda og stuðla virksemi, ið kann fyribyrgja vandastøðum. Rescue LÍV loysir eina týdningarmikla uppgávu, ið knýtir seg at einum av kjarnuvirkseminum hjá Tryggingarfelagnum LÍV, sigur Jan Jakobsen, stjóri á LÍV. 

- Vit fegnast um, at Tryggingarfelagið LÍV sær virðið í Rescue LÍV. Tað hevur týdning, at karmarnir rundan um Rescue LÍV eru í lagi, við nýggju stuðulsavtaluni hava vit vissu fyri, at raksturin er í tryggum hondum, tí hvørja ferð boð verða send eftir bátinum, stendur ein ósjálvsøkin manning klár at traðka til, sigur Jens Hansen, umsjónarmaður á Rescue LÍV. 

 

LÍV hevur verið høvuðsstuðul hjá Rescue LÍV síðani báturin varð keyptur í 2008. Nýggja avtalan er fyri árini 2019 og 2020.

 

 

 

LÍV hevur verið høvuðsstuðul hjá Rescue LÍV síðani báturin varð keyptur í 2008.

Share on :