Brynhild Absalonsen er nýggi kundaleiðarin á LÍV

  • 02 Jul 2018
  • - LÍV
    1. juli byrjaði Brynhild Absalonsen í starvinum sum kundaleiðari á LÍV.
 
    Brynhild kemur úr einum starvi sum leiðari fyri Vinnuframa, har hon hevur starvast síðani 2015.
 
    Frammanundan hevur Brynhild starvsroyndir frá Tryg Forsikring, Trygd og BankNordik. Eitt tíðarskeið hevur hon eisini starvast sum miðlafólk.
 
    Brynhild er útbúgvin HA í samskifti, cand.merc. innan marknaðarføring frá CBS í Keypmannahavn og er eisini útbúgvin bankaatstøðingur.
 
    Vit vilja ynskja Brynhild hjartaliga vælkomnari á LÍV.

 

Brynhild er útbúgvin HA í samskifti, cand.merc. innan marknaðarføring frá CBS í Keypmannahavn og er eisini útbúgvin bankaatstøðingur.

Share on :