Lærupláss á LÍV

  • 29 May 2018
  • - LÍV

LÍV søkir eftir tryggingarnæmingi

Okkara fremsta uppgáva er at veita kundunum eina tænastu, sum skapar álit og trúvirði. Saman við starvsfeløgunum á kundadeildini hevur tú ábyrgd av at veita bestu tænastu og loysnina til allar okkara kundar. Í lærutíðini kemur tú eisini at arbeiða á øðrum deildum í styttri tíðarskeið, soleiðis at tú fært innlit í øll virkisøkir á LÍV. Sum tryggingarnæmingur í størsta eftirlønarfelag í Føroyum fært tú sostatt alskyns framtíðarmøguleikar.

Vit vænta, at tú ert framsøkin, íðin og hevur sjálvstøðugt arbeiðslag. Harumframt vænta vit, at tú hevur góð samstarvsevni og vilja at læra. Útbúgvingargongdin er skipað í samstarvi við Forsikringsakademiet, men undirvísingin fer fram í Føroyum.

 

Tú fert at hava samband við kundar, og tí vænta vit, at tú ert væl fyri í talu og skrift, og at tað fellur tær lætt at samskifta.

Lærutíðin byrjar 1. september, og setanin er lønt sambært galdandi sáttmála við YTF.

 

Sum tryggingarnæmingur verður tú partur av kundadeild okkara. Útbúgvingin tekur tvey ár og gevur tær breiðan førleika innan tryggingar- og pensjónsøkið. Eftir lokna útbúgving sum tryggingar- næmingur eru góðir møguleikar fyri framhaldandi starvi og víðari útbúgving.

Um tú ynskir at gerast næmingur hjá okkum, er tað ein fortreyt, at tú hevur miðnámsprógv. Umsóknir við avritum av prógvum, CV og øðrum skjølum skulu sendast til:

 

LÍV

Kopargøta 1

Postsmoga 206

110 Tórshavn

ella liv@liv.fo

 

Umsóknir skulu vera okkum í hendi seinasta lagi 22. juni 2018. Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.

 

Hevur tú okkurt at spyrja um í sam- bandi við starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Jan Jakobsen, janj@liv.fo ella 231110.

 

Her sæst um útbúgvingina:

https://www.forsikringsakademiet.dk/finanselev/

 

Í lærutíðini kemur tú eisini at arbeiða á øðrum deildum í styttri tíðarskeið, soleiðis at tú fært innlit í øll virkisøkir á LÍV.

Share on :