LÍV Holding hevði eitt úrslit uppá knappar 8 mió.kr. í 2017

  • 20 Apr 2018
  • - LÍV

Tíðindaskriv frá LÍV Holding

 

LÍV samtakið hevur á ársaðalfundi hósdagin 19. apríl kunngjørt roknskapin fyri 2017. Fyri samtakið umfatar roknskapurin P/F LÍV Holding og P/F Tryggingarfelagið LÍV.

Pensjóns- og tryggingarmarknaðurin hevur í 2017 verið merktur av øktari kapping og hevur ætlaða pensjónsnýskipanin eisini fylt nógv.

Lága altjóða rentustøðið ger tað avbjóðandi á fíggjarmarknaðinum. LÍV samtakið er tí støðugt ígongd við at kanna teir møguleikar, sum liggja á íløgumarknaðinum.

Samtakið er farið saman við stórstu donsku (og norðurlendskum) eftirlønargrunnum inn í eina íløgutilgongd í varandi orku. Talan er um eina samlaða íløgu uppá omanfyri 20 mia.kr. Íløgurnar verða ætlandi gjørdar í umleið 15 ymiskar verkætlanir runt um í heiminum. Henda íløga verður ætlandi gjørd komandi 2-3 árini. Samlaða íløgan fyri P/F Tryggingarfelagið LÍV og P/F Lív lívs- og pensjónstryggingarfelag er uppá í mesta lagi 80 mió.kr. Hetta svarar til umleið 1,8% av samlaðu eftirlønaruppsparingini hjá feløgunum.

 

P/F Tryggingarfelagið LÍV

P/F Tryggingarfelagið LÍV hevði eitt úrslit eftir skatt á góðar 8 mió.kr. Inngjøldini eru áhaldandi økt og vóru samlaðu bruttoinngjøldini góðar 286 mió.kr. í 2017. Hetta er tað mesta nakrantíð og øktist inngjaldið við umleið 9%.

Felagið hevur útgoldið í tryggingar- og eftirlønargjøldum góðar 76 mió.kr.

Viðskiftafólk felagsins fingu tillutað íalt 56,5 mió.kr. í avkasti.

Góða gongdin í samlaða inngjaldinum hevur lagt lunnar undir, at felagið hevur kunnað lækkað kostnaðin fyri samlagstrygging upp til 25% í 2017. Eisini hevur nevndin samtykt at lækka umsitingarkostnaðin fyri marknaðarrentu samansparingarnar. Umsitingarkostnaðurin er lækkaður upp til 8%.

Á kapitalsíðuni er felagið væl fyri. Felagið hevur ein kapital (basiskapitalur) uppá 91,8 mió.kr. ímóti kravda kapitalinum uppá 34,9 mió.kr.

Javnin hjá felagnum er støðugt øktur og er við árslok 2017 komin uppá 2,4 mia.kr. Síðani árslok 2013 er javnin øktur við góðum 850 mió.kr.

Felagið rindar 2,67 mió.kr. í vinningsbýti til P/F LÍV Holding.

 

P/F LÍV Holding

LÍV Holding er holdingfelag hjá P/F Tryggingarfelagnum LÍV. Føroya Landsstýri seldi í 2016 sín ognarlut í felagnum. Kortini eigur Føroya Landsstýri framhaldandi (í eitt 10 ára skeið) 16,67% av felagnum saman við P/F Fakfelag (33,33%) og Ognarfelagið LÍV fekk tillutað 50% av partapeninginum í LÍV Holding.

LÍV Holding hevði eitt úrslit fyri 2017 uppá góðar 7,8 mió.kr. Felagið rindar 7,8 mió.kr. í vinningsbýti til P/F Fakfelag

Nevndirnar í P/F Tryggingarfelagnum LÍV og P/F LÍV Holding vóru afturvaldar. Í nevndunum sita:

Høgni Olsen

Hanna í Horni

Súni Selfoss

Árni Arge og

Kári Petersen

 

P/F LÍV lívs og pensjónstryggingarfelag (LÍV 3)

Allar tryggingar, sum eru teknaðar fram til 31.12.1999 liggja í hesum felagnum. Talan er um tryggingar við veitingartrygd og stendur Føroya Landsstýri aftanfyri hesar veitingartrygdir.

Felagið hevði eitt úrslit í 2017 uppá -13,95 mió.kr.

Ongar nýggjar tryggingaravtalur verða gjørdar í felagnum og er felagið tí eitt felag undir avtøku.

Í nevndina fyri felagið vóru á aðalfundinum vald:

Finn Danberg

Gunnleyg Árnafjall

Høgni Olsen

Kári Petersen og

Árni Arge, nývaldur

 

LÍV 3 hevur tvey dóttirfeløg. P/F Royndin hevði eitt undirskot uppá umleið 2 mió.kr., meðan P/F Fastogn hevði eitt yvirskot uppá 9,6 mió.kr. eftir skatt.

 

Roknskapirnir hjá samtakinum eru at finna her:

 

ÁRSFRÁSØGN HJÁ P/F LÍV HOLDING (LÍV1) FYRI 2017 

ÁRSFRÁSØGN HJÁ P/F TRYGGINGARFELAGNUM LÍV (LÍV2) FYRI 2017

ÁRSFRÁSØGN HJÁ P/F LÍV LÍVS- OG PENSJÓNSTRYGGINGARFELAG (LÍV3) FYRI 2017 

 

Pensjóns- og tryggingarmarknaðurin hevur í 2017 verið merktur av øktari kapping og hevur ætlaða pensjónsnýskipanin eisini fylt nógv.

Share on :