Marknaðarinnlit – 1. ársfjórðing 2018

  • 20 Apr 2018
  • - LÍV

Lutfalsliga stór sveiggj hava merkt virðisbrævamarknaðin

1. ársfjórðingur 2018 hevur verið merktur av størri útsveiggjum enn vanligt. Hetta hevur verið galdandi bæði fyri láns- og partabrøv. Tað var serliga óttin fyri hækkandi inflasjón í Amerika, sum ávirkaði.

 

Íløgusamansetingin hevur týdning fyri avkastið

Jaliga gongdin í heimsbúskapinum í 2017 helt fram 1. ársfjórðing 2018. Flestu búskapar- og vísitøl undirbyggja gongdina, men tó eru tekin um, at núverandi støði á búskaparvøkstrinum kann lækka. Amerikonsku lyklatølini, saman við førda fíggjarpolitikki í Amerika, tala fyri, at búskaparútlitini eru góð. Fyri amerikanska búskapin kann tað fáa neiliga avleiðingar um Trump byrjar eitt handilskríggj við onnur lond. Gongdin í ES-búskapinum er eisini jalig m.a. er arbeiðsloysið minkandi. Men búskapurin í ES er meira tengdur av útflutningsvinnuni enn tann amerikanski búskapurin.

Tað hava verið størri sveiggj á virðisbrævamarknaðinum 1. ársfjórðing 2018 enn alt íløguárið 2017. Tað skal nevnast, at 2017 var serstakt á tann hátt, at sveiggjini vóru sera lítil. Orsøkin til størri sveiggjini skal finnast í óttanum fyri inflasjónsvøkstrinum í Amerika. Marknaðurin var bangin fyri, at renturnar skuldu hækka meira enn væntað. Eisini komu útmeldingar frá evropeiska miðbankanum, sum gjørdi, at óttin fyri, at rentan eisini skuldi hækka skjótari enn vænta í Evropa var til staðar.

 

Partabrøvini byrjaðu árið jaligt, men tá februar byrjaði, so vendist gongdin. Serliga februar var ein keðiligur mánaði fyri partabrøvini. Avkastið hjá partabrøvum 1. ársfjórðing hevur ikki verið nakað serligt, men um hugt verðurtvey ár aftur, so hevur avkastið hjá altjóða partabrøvum verið áleið 15%.

Tað hevur verið, og er framvegis, nógv fokus á KT-partabrøvini í Amerika, serliga FAANG-partabrøvini, sum eru Facebook, Apple, Amazon, Netflix og Google (sum er skrásett sum Alphabet). Myndin niðanfyri vísur avkastið á hesum partabrøvum 1. ársfjórðing og fyri mars mánað.

Avkastið frá lánsbrøvunum 1. ársfjórðing var heldur neiligt. Tað serliga við rentunum 1. ársfjórðing 2018 var lutfalsliga stóru útsveiggjini. Myndin niðanfyri vísur gongdin á 10-ára rentuni í Danmark. Frá byrjan og fram til miðjan februar hækkaði rentan 60%, sum er sera nógv. Sjálvt um rentustøði er lágt, so er talan um stórar broytingar. Frá miðjan februar til endan av mars lækkaði rentan, so hon var næstan óbroytt fyri alt tíðarskeiðið.

Yvir alt tíðarskeiðið eru renturnar í Danmark og Týsklandi hækkaðar áleið 0,1% meðan tann amerikanska er hækkað 0,35%.

 

Avkastgongdin

Lánsbrævaavkastið í mars var 0,31% meðan partabrævaavkastið var -0,33%. Um man hyggur eftir virðisbrævagongdini í mars, so er hetta nøktandi. Hyggja vit eftir somu tølum fyri 1. ársfjórðing, so høvdu lánsbrøvini eitt avkast á -0,25% og partarbrøvini -1,12%.

Aldurin hjá kundanum hevur týdning fyri íløgusamansetingina og harvið hvat avkast kundin fær. Men tann yvirskipaða íløgusamansetingin 1. ársfjórðing 2018 hevur verið varin og tað hevur verið til fyrimuns fyri kundan hetta tíðarskeiðið.

Sum skrivað, so hevur virðisbrævamarknaðurin havt eitt ófriðarligt tíðarskeið, sum hevur ávirkað avkastið.  

 

Amerikanski tjóðbankin fekk nýggjan formann

Vøkstur í heimsbúskapinum er framvegis jaligur. Avbjóðingin kann verða, um megnað verður at fasthalda núverandi støði framyvir. Um hugt verður at vísitalinum fyri leiðandi indikatorar hjá OECD, so staðfesti talið, at stígur er komin í búskaparvøksturin. Hetta vísitalið kann verða broytt afturvirkandi, men talið sigur nakað  um búskapurin hjá limalondunum er hækkandi, stendur í stað ella lækkandi. Eisini er umráðandi at hyggja eftir rákinum hjá vísitalinum.

Amerikanski tjóðbankin hevði rentufund og var hetta samstundis fyrsti fundurin hjá nýggja formanninum Jerome Powell. Tjóðbankin hækkaði leiðandi rentuna 0,25%, sum var væntað, og er rentan 1,75%. Spurningurin er nú um rentan skal hækka 2 ella 3 ferðir afturat í 2018. Í løtuni verður mest tosað um 2 ferðir.

Evropeiski miðbankin hevði eisini rentufund. Í mun til amerikanska tjóðbankan, so fasthelt miðbankin bæði rentuna og uppkeypsætlanina. Tað áhugaverda frá fundinum var fundarfrágreiðingin, sum hevði strikað nakrar orðingar. Hetta fekk eygleiðarar at kjakast um fyrsta rentuhækkingin hjá miðbankanum væntast framskundað og uppkeypsætlanin strikað.  

Danski tjóðbankin staðfesti eftir fundin, at teir fasthalda leiðandi donsku rentuna á -0,4%. Hendan rentan hevur týdning fyri føroyska rentustøði.

Tað hevur valda ein politisk óvissa í Evropa. Eingin klárur vinnari var av italska valinum, so tað er trupult at gera eina meirilutasamgongu. Tað kann merkja, at ein teknokratisk stjórn verður, umaftur, sett at stýra í Italia. Ein onnur óvissa var politiska støðan í Týsklandi. Tað hevur gingið striltið og seint at finna eina samgongu, men nú hevur tað eydnast flokkunum SPD og CDU/CSU at blíva samdir, so politiska støðan í Týsklandi er ein onnur nú, enn við ársbyrjan.

Tað er eingin loyna, at Trump hevur sín egna stíl. Tað seinasta er, at hann byrjar eitt handilskríggj. Fyrst tosaði hann um fleiri lond, men í løtuni er Kina í miðdeplinum. Trump byrjaði við at leggja toll á stál og alminium. Eygleiðarar meta ikki, at hetta hevur nakran búskaparligan týdning. Kanska meira ein signal-politikkur til veljararnar hjá Trump. Kina hevur svarað aftur við at seta toll á útvaldar vørur. Tey fyrstu umførini í handilskrígnum snúgva seg um vørur, sum ikki hava nakran búskaparligan týdning fyri londini, men heldur at senda ein boðskap út. Óttin er tó, at um handilsskríggi harðnar, so kemur tað at fáa eina ávirkan á búskaparvøkstin og inflasjónvøkstin, sum bæði eru neilig.

 

 

 

Tað hevur verið, og er framvegis, nógv fokus á KT-partabrøvini í Amerika, serliga FAANG-partabrøvini, sum eru Facebook, Apple, Amazon, Netflix og Google

Share on :