Kunnu vit lána tína mynd?

  • 20 Apr 2018
  • - LÍV

Mentanarnáttina 1. juni fer LÍV at vísa fram m.a. gomlu Sápuhúsini og Quillinsgarð.

Í samband við tiltakið ynskja vit at finna gamlar myndir, sum vísa húsini og umhvørvið rundan um.

Um so er, at  tú liggur inni við gomlum myndum, høvdu vit verið fegin, at fingið hesar til láns. Ætlanin er at skipa fyri eini myndarøð at vísa fram á Mentanarnáttini.

 

Øll, sum lata okkum myndir til láns, eru við í lutakastinum um eitt Havnarkort á kr. 1.500.

 

Freistin at lata inn myndir er 4. mai. 

Vinnarin verður funnin 7. mai. 

 

Hevur tú eina mynd vit kunnu læna, er tú vælkomin at støkka inn á gólvið í Kopargøtu 1, ella ring til okkara, so heinta vit myndina. Telefon 31 11 11

Myndir kunnu  eisini sendast inn umvegis Facebook vangan hjá okkum ella til emma@liv.fo

 

Øll, sum lata okkum myndir til láns, eru við í lutakastinum um eitt Havnarkort á kr. 1.500.

Share on :