AÐALFUNDUR Í OGNARFELAGNUM LÍV

  • 21 Mar 2018
  • - LÍV

Aðalfundur verður hildin
 5. apríl 2018 kl. 13.30 í hølunum hjá Starvsmannafelagnum
 (J.H. Schrøtersgøta 9, Tórshavn). 

 

Aðalfundurin verður hildin sambært viðtøkunum við fylgjandi skrá:


 

1. Frásøgn formansskapsins um virki felagsins í farna roknskaparári.

2. Framløga av


     i) grannskoðaðum ársroknskapi til góðkenningar,

     
ii) uppskot til hvussu møguligt avlop ella tap skal viðfarast,

     iii) samsýningar til umboðsráðslimir og formansskap aftaná val.

3. Val av formansskapi, t.e. val av formanni, næstformanni og kassameistara.

4. Val av einum tiltakslimi fyri næstformannin.

5. Val av grannskoðara, ið situr til næsti vanligi ársaðalfundur er lokin.

6. Val av limum at umboða felagið í nevndini í LÍV Holding. 

7. Møgulig fráboðað uppskot. 

     Til fundin eru innkomin uppskot til broytingar av viðtøkum felagsins sum viðvíkja, broyting av ymsum freistum, uppgerð av valúrsliti, og um valbæri til umboðsráðið.

 

Fráboðan um luttøku á aðalfundinum skulu fráboðast í seinasta lagi 8 dagar áðrenn aðalfundin á liv@liv.fo ella við at ringja til 31 11 11.

 

Í §13, stk. 2 er ásett:Í seinasta lagi 8 dagar frammanundan hvørjum aðalfundi skal dagsskrá, tey fullfíggjaðu uppskotini, umframt ársroknskapur verða løgd fyri limirnar á skrivstovu og heimasíðu felagsins.

 

PDF AT TAKA NIÐUR:

Uppskot til broytingar av viðtøkum felagsins

Ársfrásøgn 2017

 

 

 

5. apríl 2018 kl. 13.30 í hølunum hjá Starvsmannafelagnum


Share on :