Heimsbúskapurin hevði ein samtíðarvøkstur í 2017

  • 22 Jan 2018
  • - LÍV

Marknaðarinnlit – Januar 2018

 

Heimsbúskapurin hevði ein samtíðarvøkstur í 2017, sum var jaligur fyri partabrøvini

At vøksturin í heimsbúskapinum hækkaði gjøgnum 2017 kom eitt sindur óvart á eygleiðarar. Tað var væntandi, at amerikanski búskapurin helt fram at vaksa. Men tað var óvæntað, at búskaparvøksturin í Evropa og Japan varð so høgur. Men við einum lágum rentustøði og lágari inflasjón, so hevur hetta verið jaligt fyri íløgu- og byggihugin hjá fyritøkum og fólkum. Serliga partabrøvini hava merkt hetta, tá hetta hevur betrað um teirra inntøkumøguleikar.  

 

Íløgusamansetingin hevur týdning

Í mun til november, so høvdu tær meira váðafýsnu íløgurnar t.d. partabrøv, eitt betri avkast í desember. Tær minnu váðafýsnu íløgurnar t.d. lánsbrøv høvdu eitt verri avkast. Hendan gongdin vísur týdningin av, at man samansetur íløgurnar rætt, so man avmarkar váðan, men við atlit til avkastið. Tað er eingin loyna, at tær meira váðafýsnu íløgurnar høvdu eitt gott avkast í 2017. Partabrøvini høvdu eitt avkast, sum var omanfyri 6%. Núverandi rentustøði er ikki høgt, so tað er trupult at fáa eitt høgt avkast av lánsbrøvunum. Við atlit til rentustøðið, so hevur avkastið á lánsbrøvunum verið nøktandi. Eisini hevur avkastið verið nøktandi, tá man tekur atlit til íløgusamansetingina. 

 

Íløguárið 2017 í stuttum

Heimsbúskapurin hevur ikki havt so høgan búskaparvøkstur síðani fíggjarkreppuna. Fleiri eygleiðarar meta, at 2017 var eitt serstakt ár, tí teir stóru búskapirnir m.a. Amerika, Evropa, Japan, Kina osv., høvdu ein búskaparvøkstur samstundis. Tá øll londini hava ein samtíðarvøkstur, so er hetta jaligt fyri heimsbúskapin, tí tað er altíð lættari, tá fleiri lyfta í felag. Tað hevur havt sína jaligu ávirkan, at rentustøðið er lágt, inflasjónin lág og at fíggjar- og pengapolitikkurin er lagaligur.

 

Gjaldoyramarknaðurin hevur eisini týdning fyri avkastið. Amerikanski dollarin viknaði omanfyri 12% í 2017. Tað merkir, at 12% skulu trekkjast frá íløgunum í Amerika og tað kann muna. Eisini norska krónan viknaði næstan 10% í 2017, meðan bretska pundið og svenska krónan viknaði millum 2-4%.

 

Partabrævamarknaðurin var sermerktur í 2017 á tann hátt, at dagligu sveiggini á partabrævamarknaðinum hava verið søguliga lág. Hetta hevur eisini gjørt, at fleiri partabræva-vísitøl hava sett nýggj met. Sjálvt um amerikanski tjóðbankin hevur hækkað leiðandi rentuna 3 ferðir og broytt sína uppkeypsætlan av lánsbrøvum, so hevur hetta ikki merkt partabrævamarknaðin. Tá skal eisini sigast, at amerikanski tjóðbankin hevur dugað ómetaliga væl at kunna virðisbrævamarknaðin um teirra ætlanir, so einki óvæntað skuldi henda.

 

Tað var serliga fokus á franska forsetavalið í 2017. M.a. var orsøkin, at Stóra Bretland hevði valt Brexit í 2016 og Trump var valdur til forseta í Amerika. Í stuttum kann sigast, at valið hjá veljaranum í Fraklandi stóð ímillum at velja eitt valevni sum var fyri ES og eitt sum var ímóti ES. Fleiri eygleiðarar vóru bangnir fyri hvat kundi henda, tí eingin hevði væntað Brexit í 2016 og at Trump vann. Men tá valið var liðugt, so vann Macron, sum var fyri ES, ein tryggan sigur. Óvissan um ES megnaði at halda saman tagnaði, tá Macron vann.

Trump varð innsettur sum forseti í 2017. Fyri eygleiðarar hevur tað ikki verið ein dansur á rósum, men sjálvt um Trump ikki hevur fingið allar sínar nýskipanir ígjøgnum, so fekk hann skattanýskipanina góðkenda í desember. Hendan nýskipanin lækkaði partafelagsskattin, sum kann fáa týdning fyri partabrøvini í 2018.

 

Útlit fyri 2018

Íløgusamansetingin hevur stóran týdning, tí tað er trupult at meta um framtíðina. Men eygleiðarar meta ikki, at avkastið í 2018 verður eins gott sum í 2017. Tað skal sigast, at man væntar eitt jaligt avkast.

Eins og 2017, so er rentustøðið enn lágt, inflasjónin enn lág, og fíggjar- og pengapolitikkurin er enn lagaligur, men tað kann væntast, at rentustøðið hækkar í 2018. Eygleiðarar eru ikki samdir um gongdina í inflasjónini í 2018. Serliga er ósemjan um lønarvøksturin og hvussu hann vil ávirka inflasjónina. So tað er umráðandi at halda eitt vakið eyga við gongdini í inflasjónini í 2018.   

 

Italienska valið í vár kann blíva spennandi. ES-atfinningarsomu flokkarnar hava havt viðgongd seinastu mánaðirnar, so tað merkir eina ávísa óvissu. Fyri ES hevur tað stóran týdning, at eitt stórt land sum Italia ikki ger sum Stóra Bretland. Men gongdin í Katalonia hevur eisini týdning fyri ES. Sjálvt um Katalonia ikki er stórt, so kann tað skapa eitt kjak í øðrum loysingarsinnaðum landspørtum.

Val verður eisini í Russlandi. Her er ikki spurningurin um Putin vinnur, men meira um hvussu nógv hann vinnur við. Tað er nokk eingin ivi um, at Putin ætlar at sita á fremstu røð tá HM í fótbólti byrjar í summar.

 

 

 

Tað er eingin loyna, at tær meira váðafýsnu íløgurnar høvdu eitt gott avkast í 2017. Partabrøvini høvdu eitt avkast, sum var omanfyri 6%.

Share on :