Skattaætlanin hjá Trump ávirkar nógv

  • 18 Dec 2017
  • - LÍV

Marknaðarinnlit - Desembur 2017

 

Skattaætlanin hjá Trump ávirkar nógv

Búskaparlig lyklatøl halda á at staðfesta, at tað gongur sera væl í heimsbúskapinum. Hetta og ætlaða skattaætlanin hjá amerikanska forsetanum Donald Trump, hevur stimbrað partabrævamarknaðirnar í seinastuni, hóast onkur kulla hevur verið á leiðini. Fleiri viðurskifti tala eisini fyri, at partabrøvini kunnu standa seg væl í 2018 við. Tá partabrøv hava staðið seg væl í longri tíð, gerst tó alsamt truplari hjá virkjunum at taka íleggjarar av bóli jaliga. Hetta krevur tí varsemi og hetta kann valla sigast betri, enn við orðunum hjá heimskenda íleggjaranum Warren Buffet: ”When others are greedy, be fearful”.

 

Avbjóðingar í novembur

Avbjóðingar vóru á marknaðunum í novembur. Truplast høvdu partabrøvini tað, tí í novembur lækkaðu partabrøvini 2,26%. Partabrævavinningurin síðani ársbyrjan lækkaði tískil í 7,19%, sum hóast alt er ein lutfalsliga góður vinningur. ”Onnur lánsbrøv” góvu eisini hall umenn meira avmarkað sammett við partabrøvini. Í novembur lækkaði hesin íløgubólkur 0,24%, men farnu 11 mánaðirnar er tó vinningur á 4,33%. Donsku lánsbrøvini góvu vinning á 0,19% soleiðis at vinningurin í ár er 1,79%. Samanumtikið hevði íløgan við hægra váðanum eitt hall í novembur á 0,53%, men síðani ársbyrjan er vinningurin 3,36%. Eyka rentutilskriving er framd íløguni við lægra váðanum. Í novembur rentaðist hendan íløgan tí við 3,42% og síðani ársbyrjan hevur hendan nú givið viðskiftafólkunum 4,98%.

 

Ivi um skattanýskipanina í USA

Aftur seinastu vikurnar hava lyklatøl staðfest, at heimsbúskapurin er í sera góðum skørum, hóast hækkaðandi oljuprís. Seinastu vikurnar hevur skattanýskipanin hjá Donald Trump forseta í USA eisini veruliga verið í sjóneykuni. Ætlanin er at lækka partafelagsskattin úr 35% niður í 21% og at lækka inntøkuskattin. Her fáa serliga tey múgvandi ágóðan. Mett verður, at skattaætlanin fer at økja búskaparvøksturin við 0,7%-stigum í 2018. Millum annað av hesi orsøk, hevur ætlaða skattanýskipanin havt jaliga ávirkan á partabrævamarknaðirnar í USA seinastu vikurnar og góða gongdin hevur lutvíst eisini havt jaliga ávirkan á partarbøv um okkara leiðir. Kortini er avbjóðingin fyri búskapin, at skattaætlanin ikki er fíggjað og ætlanin fer tí væntandi at økja um undirskotið á amerikonsku fíggjarlógini við USD 1.200 mia næstu 10 árini og almenna skuldin fer at økjast við USD 1.700 mia. Millum annað av hesi orsøk hevur ivi stungið seg upp millum ávísar repulikanskar senatorar, ið eru partamenn hjá Trump forseta, um teir vilja atkvøða fyri skattaætlanini í verandi líki. Hetta førdi við sær nakað av óstøðugleika. Hóast skattaætlanin er stimbrandi fyri vøksturin hækkaði amerikanski miðbankin rentuna júst sum væntað í desembur og eingin ábending um broyting í rentuhækkingum næstu árini var var at síggja.

 

Góð kor hjá partabrøvum

Nú partabrøv hava staðið seg væl aftur í ár, hóast onkrar kullur hava verið á vegnum, er spurningurin hvat skalt tryggja eina framhaldandi góða gongd. Fyrsta treyt er, at skattanýskipanin í USA verður samtykt uttan stórvegis broytingar, tí hendan er veruliga innroknað jaliga í kursirnar. USA er drívmegin og her er jaligt, at so langt sum forsagnirnar røkka, boða tær frá væntandi búskaparvøkstri. Lánsbrævarenturnar kunnu væntast at hækka komandi tíðina, hóast avmarkað, men kunna neyvan kappast hvat vinningi viðvíkur. Eisini verður væntað, at inntøkurnar hjá virkjum, sum er hækkaðar í 2017 fara at hækka í 2018 við. Hetta er jaligt fyri partabrøvini. Í Evropa hevur miðbankin júst boðað frá, at tey framhaldandi fara at varðveita stór-stimbrandi pengapolitikkin, so saman-umtikið fara grundleggjandi viðurskiftini væntandi at vera góð fyri framhaldandi partabrævahækkingum. Havast skal tó í huga, at jú longri partabrøvini hækka, tess truplari verður hjá virkjum áhaldandi at kunngerða tíðindi og tøl, sum taka íleggjarar jaliga á bóli. Sitat hjá íleggjara-num Warren Buffet er viðkomandi nú: ”When others are greedy, be fearful”.

 

Í novembur rentaðist hendan íløgan tí við 3,42% og síðani ársbyrjan hevur hendan nú givið viðskiftafólkunum 4,98%.

Share on :