Partabrøv framvegis góð at eiga

  • 17 Nov 2017
  • - LÍV

Marknaðarinnlit - Novembur 2017

 

Partabrøv framvegis góð at eiga

Inflatiónin í Evropa er ov lág og evropiski miðbankin (ECB) stríðist framvegis av øllum alvi, fyri at fáa inflatiónina at hækka. Hóast oljuprísurin er hækkaður nakað í seinastuni, verður kortini ikki væntað, at inflatiónin í Evropa fer at hækka stórvegis næstu tíðina. Orsakað av hesum, eru lánsbrævarenturnar framvegis á sera lágum stigi og mest sannlíkt fara lánsbrævarenturnar eisini at vera á sera lágum stigi eina rúma tíð aftrat. Hóast avbjóðingar hava verið á partabrævamarknaðum seinastu vikurar, er nógv sum talar fyri, at íløga í partabrøv eisini verður áhugaverd næstu tíðina.

 

Aftur ein góður íløgumánaði

Eftir góða septembur er at gleðast um, at eisini oktobur gjørdist ein góður mánaði viðvíkjandi virðisbrævavinningi. Partabrøvini stóðu seg best í mánaðinum við einum vinningi á 1,57%. Síðani ársbyrjan hava partabrøvini givið vinning á 9,70%. ”Onnur lánsbrøv” komu partabrøvum á baki við vinningi á 0,39%. Seinastu 10 mánaðirnar hava ”onnur lánsbrøv” givið samlaðan vinning á 4,49%. Í oktobur var fult samsvar millum vinning og váða. Partabrøvini góvu besta vinningin, næstbesta vinningin góvu ”onnur lánsbrøv”, meðan varligasti íløgubólkurin, tey donsku lánsbrøvini, góvu lægsta vinningin. Hesin var tó á 0,22% í oktobur soleiðis at donsku lánsbrøvini hava givið 1,66% higartil í ár. Samlað hevur íløgan við høgum váða nú givið 3,92% og íløgan við lægra váðanum 1,51% síðani ársbyrjan.

 

Framhaldandi lág inflatión

Stóra avbjóðingin í heimsbúskapinum er lága inflatiónin. Hetta merkir, at lítil broyting er í prísunum á vanligum nýtsluvørum. Hetta hevur týdning, tí grundleggjandi er tað gongdin í inflatiónini, ið er avgerandi fyri, um lánsbrævarenturnar eru høgar ella lágar. Í longri tíð, hevur inflatiónin í Evropa verið í lægra lagi og hetta er tískil ein av orsøkunum til, at lánsbrævarenturnar eru og hava verið metlágar í longri tíð. Seinastu vikurnar er oljuprísurin, ið hevur ávirkan á inflatiónina, hækkaður orsakað av politiskum rumbli í Saudi Arabia, sum er ein av heimsins størstu oljuframleiðarum. Oljuprísurin liggur nú á hægsta stigi í tvey ár, men av tekniskum áðum er ávirkanin á inflatiónina kortini avmarkað. Eisini rávørur hava ávirkan á inflatiónina, men hesar liggja á lágum stigi sammett við undanfarin tíðarskeið og tað sama er galdandi viðvíkjandi landbúnaðarvørum. Samanumtikið kann tí sigast, at hvørki olja, rávørur ella landbúnaðarvørur trýsta inflatiónina avgerandi upp. Í oktobur var inflatiónin í Evropa á 1,4% og hetta er ov lágt og evropiski miðbankin (ECB) stríðist harðliga fyri, at fáa talið upp móti 2,0%. Fyribils er tó lítið, ið talar fyri, at inflatiónin fer at hækka í bræði. Tískil er heldur ikki útlit fyri, at lánsbrævarenturnar fara at hækka í bræði. Lágu lánsbrævarenturnar vilja tí framhaldandi eggja íleggjarum at hava eina yvirvág í partabrøvum.

 

Partabrøv steðgaði á

Tað hevur gingið illa á danska partabrævamarknaðinum seinastu dagarnar. Serliga Vestas, ið framleiður vindmyllur, hevur staðið seg illa og er lækkað yvir 20%, eftir at tey kunngjørdu ein vánaligan roknskap, ið ber boð um prístrýst og eina ótrygga framtíð. Sama er galdandi fyri aðrar vindmylluframleiðarar. Hetta er millum annað ein avleiðing av skattauppskotinum hjá Trump forseta í USA, sum arbeiðir fyri at tálma møguleikarnar hjá útlendskum virkjum at virka í USA. Roknskapirnir fyri 3. ársfjórðing vóru sum heild verið góðir, bæði í Evropa og USA. Nú heimurin er um at gerast alt meira grønur, liggur ein lítil andsøgn í, at oljuvirkir hava kunngjørt bestu roknskapirnar. Samanumtikið hava roknskapirnir tó havt trupult við at fáa partabrøvini at hækka nakað serligt. Undir vanligum umstøðum høvdu tey helst hækkað meira av góðu roknskapunum, men sannroyndin er, at partabrøv liggja á sera høgum stigi og nógv skal til, fyri at fáa tey at hækka meira. Partabrævamarknaðirnir hava fyribils tikið ein steðg, men av tí at heimsbúskapurin sjálvdan hevur havt tað so gott sum nú, eru framvegis útlit fyri, at partabrøvini kunnu hækka meira, sum frálíður.

 

Síðani ársbyrjan hava partabrøvini givið vinning á 9,70%

Share on :