Leiðari til Íløgudeildina

  • 25 Aug 2017
  • - LÍV

STARVSLÝSING

 

Hevur tú hug og áræði – saman við restini av starvsliðnum á LÍV – at skapa varandi virðir fyri kundar okkara og áhaldandi at menna íløguøkið, so er tað kanska tær, vit leita eftir.

Íløgudeildin arbeiðir áhaldandi fyri, at eftirlønaruppsparingin hjá kundum okkara støðugt økist, soleiðis at ágóðin kemur kundum okkara til góðar.

Sum íløguleiðari kemur tú at hava ábyrgdina av einum øki í støðugum vøkstri og menning, har nýggir íløgumøguleikar skulu troytast í tøttum samskifti við sam­ starvspartar okkara.

Vit leita tí eftir einum leiðara sum:

                  ·  Hevur eitt høgt fakligt støði 


                  ·  Dugir og dámar at samskifta við samstarvspartar, kundar og starvsfelagar 


                  ·  Hevur førleikar og neyðugu ábyrgdarkensluna av áhaldandi at menna 
íløgudeildina 


                  ·  Hevur góð samstarvs­ og leiðsluevnir 


                  ·  Hevur viðkomandi útbúgvingar og royndir 


 

Hevur tú hug, áræði og neyðugu førleikarnar til at bera LÍV fram á leið saman við einum sterkum starvsfólkaliði?

 

Íløguleiðarin hevur ábyrgdina av samskiftinum við íløgurøktarar og áhaldandi at menna tænastur okkara á íløguøkinum.

Tú hevur sjálvstøðugt arbeiðslag og ert íðin, framfúsin og vilt síggja úrslit. Tú hevur góðar førleikar at orða teg í skrift og talu. Tað er ein avgjørdur fyrimunur, um tú hevur leiðsluroyndir og hevur starvast innan íløgu­ og/ella pensjónsøkið.

 

Umsóknir við avritum av prógvum, CV og øðrum skjølum skulu sendast til:

 

LÍV, stílað til Jan Jakobsen, stjóra, Kopargøta 1, Postsmoga 206, 110 Tórshavn.

Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi mánadagin 11. september.

 

Hevur tú okkurt at spyrja um í sambandi við starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Jan Jakobsen á telduposti jan.jakobsen@liv.fo ella telefon 231110.

 

LÍV er størsti veitari av lívs­ og eftirlønartryggingum til fakfeløg og virkir á føroyska marknaðinum. LÍV­samtakið hevur eina samlaða eftirlønaruppsparing uppá 4,3 mia.kr. Endamálið hjá LÍV er at veita viðkomandi eftirlønartryggingar, ið nøkta tørvin hjá tí einstaka á føroyska arbeiðsmarknaðinum. LÍV byggir virksemið á, at tryggingartakarin hevur innlit, kennir seg tryggan og fær allan ágóðan av virksemi felagsins. Tað er kundin, sum eigur LÍV og fær allan ágóðan.

 

 

Hevur tú hug og áræði – saman við restini av starvsliðnum á LÍV – at skapa varandi virðir fyri kundar okkara og áhaldandi at menna íløguøkið, so er tað kanska tær, vit leita eftir.

Share on :