Miðbankarnir framvegis avgerandi

  • 13 Jul 2017
  • - LÍV

Marknaðarinnlit - Juli 2017

 

Búskaparliga gongdin í USA er vorðin eitt sindur lakari, og hóast nógv arbeiðspláss verða sett á stovn, er at kalla einki lønartrýst. Tí er nakað av óvissu komin um næstu rentuhækkingarnar í USA, og komandi avgerðir hjá Fed fara at verða týðandi fyri gongdina í partabrøvunum í næstum. Evropisk tøl vísa, at tað gongur betri og betri búskaparliga í Evropa, og Mario Draghi, stjórin í ECB, er vorðin bjartskygdari. Tí eru longu evropisku renturnar hækkaðar og tað hevur darvað vinninginum frá lánsbrøvunum.

 

Juni gjørdist avbjóðandi

Hækkandi langar rentur umframt viknaði dollarin merktu vinningin á virðisbrævaíløgunum hjá LÍV í juni. Gongdin í longu rentunum gjørdi, at donsku lánsbrøvini høvdu eitt hall í mánaðinum á 0,21%. Kortini er ein vinningur á 0,61% síðani ársbyrjan. Verri gekst partabrøvunum, ið lækkaðu 1,99% í juni. Vinningurin síðani ársbyrjan er tó á hampuligum stigi, tí síðani 1. januar, hava partabrøvini, sum LÍV ger íløgur í, givið vinning á 6,26%. Bólkurin kallaður ”onnur lánsbrøv” góvu mótvegis hinum íløgubólkunum vinning í juni. Hesin var á 0,12% soleiðis at hesi síðani ársbyrjan hava givið vinning á 2,75%. Samlað hevur íløgan við hægra váðanum nú givið vinning á 2,19% síðani ársbyrjan, hóast juni samlað gav hall á 0,83%. Íøgan við lægra váðanum hevur givið vinning á 0,56% í ár, eftir at juni gav hall á 0,21%.

 

Betri búskaparlig gongd í Evropa?

Tað gongur betri í evropiska búskapinum um hugt verður eftir gongdini síðani ársbyrjan. Hetta er staðfest av fleiri búskaparligum tølum og av somu orsøk, eru vónirnar um búskaparvøksturin uppmettar, sum árið er liðið. Í løtuni verður væntað, at vøksturin í 2017 kann tátta í 2%. Góða gongdin varð eisini staðfest av stjóranum í Evropiska Miðbankanum (ECB), hann kallast Mario Draghi, beint fyri mánaðarskiftið. Bjørt orð frá Draghi um evropiska búskapin, fekk beinanvegin renturnar á longum evropiskum lánsbrøvum at hækka. Av somu orsøk vænta fíggjarmarknaðirnar nú enn meira, at ECB skjótt fer at kunngerða ein meira tálmandi pengapolitikk. Fyrsta tálmanin verður helst at síggja í byrjanin av 2018, tá ECB væntandi fer at minka um teirra keyp av lánsbrøvum. Hetta svarar til eina rentuhækking, tí minkandi eftirspurningurin eftir evropiskum lánsbrøvunum, fær rentuna á teimum at hækka. Hækkingin kann tó lokka lánsbrævaíleggjarar at keypa fleiri lánsbrøv soleiðis at rentan lækkar aftur. Beint áðrenn mánaðarskiftið lá rentan á 10-ára danska statslánsbrævinum á 0,47% og hon hækkaði at kalla út í eitt til 0,77% fyrstu vikuna av juli. Nú er rentan tó lækkað aftur í 0,67%. Tað er sum kunnugt inflatiónin, ið veruliga má hækka, áðrenn longu renturnar finna verandi hægri stig.

 

Rentuhækkingar óvissari

Meðan tað hevur gingið betri í evropiska búskapinum, so hevur gongdin verið nakað lakari í USA. Orsøkin kann vera, at vinnulívið er vónbrotið av ætlanunum hjá Trump, men orsøkin kann eisin vera vánaliga gongdin í oljuídnaðinum, nú oljuprísurin er á sera lágum stigi. Eitt úrslit av hesum er, at dollarin er lækkaður og tískil hava partabrævaíleggjarar okkara megin Atlantshavið ikki vunnið pening av amerikonskum partabrøvum. Dollarin er viknaður, hóast amerikanski miðbankin (Fed) aftur hækkaði leiðandi rentuna 14. juni. Nakað av óvissu hevur tó tikið seg upp um komandi rentuhækkingar, tí hóast farna arbeiðsmarknaðarfrágreiðingin vísti, at fleiri arbeiðpláss vóru sett á stovn í juni, enn væntað og arbeiðsloysið er lágt, so er at kallað einki lønartrýst. Fleiri rentu-hækkingar kunnu tí køva inflatiónina og tað ynskir Fed ikki. Búskaparvøkstur er tó til staðar í USA og tískil verður væntað, at partabrøvini, ið stóðu seg væl í fyrru árshálvu, eisini fara at standa seg nøktandi restina av árinum. Hetta er tó tengt at roknskapunum, sum verða kunngjørdir næstu vikurnar umframt tíðindum um, hvussu Fed møguliga fer at lækka teirra risaognir av lánsbrøvum.

 

Vinningurin síðani ársbyrjan er tó á hampuligum stigi, tí síðani 1. januar, hava partabrøvini, sum LÍV ger íløgur í, givið vinning á 6,26%.

Share on :