Evropa-viðhaldssinnaðir flokkar vinna

  • 16 Jun 2017
  • - LÍV

Marknaðarinnlit - Juni 2017

 

Farnu tíðina hevur evropiskur politikkur og ávirkanin á framtíðina hjá ES og evruni verið í sjóneykuni. Farnu valini í Hollandi, Fraklandi og Italia hava tó verið jalig fyri evropa-viðhaldssinnaðar flokkar. Fyribils er tí líkt til, at framtíðin hjá ES og evruni er tryggjað. Hetta er jaligt fyri evropiska búskapin og evropisku fíggjarmarknaðirnar. Í juni hækkaðu tey í USA enn einaferð rentuna, og hækkingarnar fara at halda fram. Við hesum fær USA økt um peningapolitisku møguleikarnar, um aftur fer at sansa at fíggjar- og búskaparliga.

 

Góð virðisbrævagongd í mai

Allir íløguflokkarnir góvu vinning í mai. Partabrøvini stóðu seg best, við einum vinningi á 2,52% í mánaðinum. Síðani ársbyrjan hava partabrøvini nú givið vinning á 8,43%. ”Onnur lánsbrøv”, tað eru tey, sum ikki eru virðissett í okkara gjaldoyra, góvu vinning á 0,51% farna mánaðin, og samlað er vinningurin nú komin á 2,62% í ár. Eisini varligaru donsku lánsbrøvini stóðu seg væl í mai, tá tey góvu vinning á 0,26%. Farnu fimm mánaðirnar hava donsku lánsbrøvini nú givið vinning á 0,88%. Gongdin í mai hevur ført við sær, at íløgan við hægra váðanum samlað hevur givið vinning á 3,05% í ár, og ískoytið í mai var á 0,91%. Íløgan við lægra váðanum hevur samlað givið ein vinning á 0,77% í ár. Vinningurin frá íløguni við lægra váðanum var lutfalsliga lítil í mánaðinum - einans 0,03%. At ein íløga við hægri váða gevur betri vinning, tá gongdin er góð, er vanligt og púra í tráð við íløguástøðið.

 

Framtíðin hjá ES tryggjað?

Evropa hevur í stóran mun verið merkt av politikki og atkvøðugreiðslum seinasta mánaðin. Eftir at stjørnuskotið Macron vann forsetavalið í Fraklandi hevur hann gjørt enn ein vørr og skúgvað alla mótstøðu til síðis á fyrsta valumfari til tjóðartingsvalið. Væntað verður, at Macron og flokkur hansara fer at vinna ¾ av sessunum í Franska tjóðartinginum. Í Italia hava eisini verið lokalval, ið kunnu fáa ávirkan á tjóðartingsvalið, sum í seinasta lagi verður 20. mai 2018. Taparin á italska lokalvalinum var sokallaða Fimmstjørnurørslan, ið er harðliga ímóti ES og neyðugum búskaparligum nýskipanum. Sostatt er góður møguleiki fyri, at sitandi forsætisráðharrin Matteo Renzi verður sitandi við valdið og at hann kann nýskipa búskapin og harvið tryggja haldførið. Politiska úrslitið í Fraklandi og Italia er góður stuðul til Týskland og Angelu Merkel, sum stundum hevur sýnst at staðið heldur einsamøll í stríðnum fyri varðveitslu av ES og evruni. Lítil ivi er um at Macron vinnur stóran meirluta í tjóðartinginum. Um eisini gongst, sum væntað, í Italia, verður ES aftur meira sameint og kann halda áfram við arbeiðnum at styrkja evropiska búskapin. Hetta fer at vera jaligt fyri evropiska búskapin og fíggjarmarknaðirnar. Í langa tíðarbilinum er hetta eisini týdningarmikið fyri virkisraksturin í ES-økinum og harvið jaligt fyri evropisk partabrøv sum heild. 

 

Inflatiónsmyndin týðandi

Sum væntað hækkaði amerikanski miðbankin (Fed) leiðandi rentuna til 1,00%-1,25% tann 14. juni. Hetta var júst sum væntað, men av tí at inflatiónin í USA var lækkað farna mánaðin, var spenningur um ábendingarnar um komandi átøk hjá Fed. Væntað verður, at ein rentuhækking verður aftrat í 2017, og at tríggjar verða í 2018. Sum kunnugt hevur Fed keypt risaupphæddir av lánsbrøvum fyri at varðveita eina lága og stimbrandi rentu á longum lánsbrøvum. Samlað eigur Fed nú lánsbrøv fyri 4.500 mia. dollarar. Væntað verður, at Fed, áðrenn heilt long tíð er fráliðin, fer at lækka um hesa ogn. Samanumtikið vóru ábendingarnar um komandi pengapolitikkin tí eitt vet harðari enn væntað, og tað ávirkaði partabrøv eitt sindur neiligt. Hóast partabrøv vóru ávirkað neiliga verður ikki mett, at ein størri lækking er í væntu. Peningapolitikkurin er framvegis stimbrandi og samstundis gongur lutfalsliga væl í heimsbúskapinum. Átøkini hjá Fed kunnu sammetast við, at tey fylla amboðskassan aftur, aftaná at hann við stóru inntrivunum farnu tíðina er tømdur. Fer at sansa at búskaparliga aftur, hevur Fed tí fleiri møguleikar at standa ímóti við.

 

Væntað verður, at ein rentuhækking verður aftrat í 2017, og at tríggjar verða í 2018.

Share on :