Inflatiónstálmandi rávøruprísir

  • 18 May 2017
  • - LÍV

Marknaðarinnlit - Mai 2017

 

Hóast prísurin á olju og øðrum rávørum er lækkaður nakað seinasta mánaðin, er hetta ikki tekin um, at búskaparliga framgongdin er í vanda. Veruleikin er hinvegin, at flestu tøl benda á, at búskaparliga virksemið í heiminum er á høgum stigi í løtuni. Tó føra lækkaðu rávøruprísirnir við sær, at inflatiónin ikki fer at hækka júst nú, eins og væntað og vónað. Hóast longru lánsbrævrenturnar, sambært øllum ábendingum, fara at hækka næstu tíðina, so kunnu lægru rávøruprísirnir steðga hesi rentuhækking, men helst bert í styttri tíð.

 

Váðakendu íløgurnar hava staðið seg best

Serliga váðakendaru íløgurnar, partabrøvini og ”onnur lánsbrøv”, stóðu seg væl í apríl. Partabrøvini høvdu besta mánaðin við einum vinningi á 1,19% soleiðis at vinningurin á hesum íløgubólki, síðani ársbyrjan, nú er á 5,75%. ”Onnur lánsbrøv” høvdu eisini ein nøktandi mánað, við vinningi á 0,63%. Hesi hava nú givið vinning á 2,09% síðani ársbyrjan. Umstøðurnar hjá donsku lánsbrøvunum eru ikki eins góðar í løtuni, sum hjá hinum báðum íløguflokkunum. Kortini eru hesi týdningarmikil lutur í samlaðu íløguni, tí hesi eru við til at halda váðan á skynsomum stigi. Í apríl góvu donsku lánsbrøvini vinning á 0,17%. Síðani ársbyrjan er vinningurin 0,62%. Samlaða íløgan við hægra váðanum gav vinning á 0,40% í apríl so vinningurin farnu 4 mánaðirnar nú er á 2,12%. Somu tøl fyri íløguna við lægra váðanum eru ávíkavist +0,21% og +0,74%.

 

Frakland fingið ES vinarligan forseta

7. mai valdu fraklendingar Emmanuel Macron til teirra næsta forseta. Á valinum vann Macron stórt á ES fíggingasinnaðu Marine Le Pen. Hetta var ein sigur fyri fíggjarmarknaðirnar og ein siður fyri ES og Evropa. Kortini fekk hetta seinna valumfarið av franska forsetavalinum ikki stórvegis ávirkan á fíggjarmarknaðirnar. Orsøkirnar eru helst tvær. Fyri tað fyrsta, var tað júst sum væntað, at Macron vann. Fyri tað næsta stendur valið til franska tjóðartingið fyri framman. Úrslitið av hesum valinum verður avgerandi fyri, um Macron fær framt politikk sín í verki. Tí kann hugsast, at fíggjarmarknaðirnir bíða eftir úrslitinum av tjóðartingsvalinum, áðrenn nøkur endaliga ávirkan á fíggjarmarknaðinar møguliga verður at síggja. Annars hevur gongdin sum heild verið góð hjá meira váðakendu íløguflokkunum í seinastuni. Sum dømi kann nevnast, at partabrøvini í heimshøpi eru hækkaði um 4% síðani seinasta Marknaðarinnlit. Høvuðsorsøkin til hetta er m.a. ”hepna” politiska støðan í Fraklandi, men ikki minst tann veruleiki, at roknskapirnir fyri 1. ársfj., ið eru kunngjørdir seinastu vikurnar, sum heild hava verið góðir. Millum annað staðfestu roknskapirnir, at inntøkuvøksurin hjá virkjunum í USA endaði á hægsta síðani 2011. Nú partabrøvini liggja rímuliga høgt í prísi, hevur tað stóran týdning fyri framhaldandi gongdina, at roknskapirnir gjørdust góðir.

 

Inflatiónin bíðar

Eftir at politikkur í stóran mun hevur sett dagsskránna í USA og Evropa í seinastuni, kann væntast, at búskaparlig tøl kunnu fáa størri týdning í næstum. Tó so, tað er av týdningi, at Trump, í ávísan mun, fekk ein sigur viðvíkjandi heilsunýskipan síni. Hetta kann bera boð um, at onnur av hansara vallyftum, við størri sannlíkindi, kunnu gerast veruleiki. Tað hevur eisini ávirkað fíggjarliga, at oljuprísurin og prísurin á øðrum rávørum er lækkaður í seinastuni. Hóast oljuprísurin er hækkaður nakað aftur farnu dagarnar, so er oljuprísurin 6% lægri enn fyri mánaða síðani. Áleið sama lækking er eisini innan aðrar rávørur. Príslækkingin er áhugaverd, tí hendan førir við sær, at inflatiónin helst ikki fer at hækka júst nú eins og væntað og vónað. Av tí at inflatión hevur stóra ávirkan á rentuna á longru lánsbrøvunum verður ikki væntað, at hesar fara at hækka stórvegis við bræði. Hetta er eisini jaligt fyri partabrøvini. Evropiski Miðbankin stríðist av øllum alvi at økja inflatiónina. Verandi løtumyndin broytir ikki metingina um, at longu renturnar sum frálíður fara at hækka. Hóast íleggjarar í løtuni hava hug at staðfesta partabrævavinning, kunnu hesi framvegis standa seg væl.

 

Flestu tøl benda á, at búskaparliga virksemið í heiminum er á høgum stigi í løtuni.

Share on :