Framtíðin hjá ES er fyribils tryggjað

  • 26 Apr 2017
  • - LÍV

Marknaðarinnlit - Apríl 2017

 

ES-vinarliga forsetavalevnið, Emmauel Macron, vann fyrsta forsetavalumfar í Fraklandi. Macron og Marine Le Pen, sum er meira ES-fíggindasinnað, skulu dystast um endaliga forsetasessin 7. mai. At Macron vann fyrsta umfar gjørdist ein lætti fyri fíggjarmarknaðirnar og partabrøvini í Evropa hækkaðu sum heild av hesum. Búskapar- og roknskaparliga gongur eisini sum heild væl í USA og líkt er til, at inntøkuvøksturin hjá virkjunum í USA gerst tann besti síðani 2011. Hetta stuðlar partabrøvunum til at standa seg væl nakað enn.

 

Partabrøvini stóðu seg væl í mars

Sum heild hækkaðu lánsbrævarenturnar í mars við tí úrsliti, at lánsbrøvini høvdi ein avbjóðandi mánaða við kurstapi. Donsku lánsbrøvini høvdu tí eitt samlað hall á 0,22% og ”onnur lánsbrøv”, ið serliga eru útlendsk lánsbrøv og virkislánsbrøv, høvdu í miðal eitt hall á 0,31%. Síðani ársbyrjan hava donsku lánsbrøvini tó givið vinning á 0,46% og ”onnur lánsbrøv” hava givið vinning á 1,45%. Partabrøvini góvu, mótvegis lánsbrøvunum, vinning í mars. Vinningurin gjørdist 2,28% soleiðis at partabrøvini, sum LÍV ger íløgur í, við endan av mars høvdu givið vinning á 4,46% síðani ársbyrjan 2017. Gongdin í mars viðførir, at íløgan við hægra váðanum gav vinning á 0,54% í mars og síðani ársbyrjan hevur vinningurin verið 1,71%. Av tí at váðakendu íløgurnar hava staðið seg best higartil í ár, eru tey samsvarandi tølini fyri íløguna við lægra váðanum -0,07% í mars og 0,53% fyri árið higartil.

 

Fyri ES, vann tann rætti fyrsta valumfar í Fraklandi

Sunnudagin 23. apríl var fyrsta valumfar í Fraklandi í sambandi við, at landið skal hava nýggjan forseta. Politiska stjørnuskotið, Emmanuel Macron, hevur staðið seg sera væl í forsøgnunum seinastu vikurnar, men nú valið nærkaðist, hevði Marine Le Pen tikið seg væl inn á Marcron. Í stuttum kann sigast, at munurin millum Macron og Le Pen er, at meðan Macron er fyri ES og at Frakland framhaldandi skal vera partur av ES, vil Le Pen, at Frakland í minni mun skal vera partur av ES og eitt sokallað Frexit, t.v.s. at Frakland, eins og Bretland, tekur seg úr ES, kann gerast veruleiki, um endin gerst, at Le Pen vinnur. Úrslitið av fyrsta valumfari gjørdist, at Macron fekk 24% av atkvøðunum og Le Pen fekk 21,3%. Hesi bæði skulu nú kappast um forsetasessin um 14 dagar. At Macron vann fyrsta valumfar var ein lætti fyri fíggjarmarknaðirnar. Úrslitið var, at fronsk partabrøv hækkaðu 4,6% mánadagin eftir valið og evran styrknaði umleið 2% fyrstu løtuna hendan dagin. Partabrøvini í restini av ES og t.d. 10 ára danska lánsbrævarentan hækkaðu eisini. Framtíðin hjá ES er í fyrstu atløgu tryggjað. Mett verður, at Macron eisini fer at vinna um 14 dagar, tí fleiri av taparunum 23. apríl nú stuðla honum. Royndir vísa tó, at valforsøgnir skulu takast við stórum fyrivarni, so vit mugu bíða í 14 dagar, áðrenn skinnið verður selt.

 

Góður inntøkuvøkstur

Í seinasta Marknaðarinnliti bíðaðu vit í spenningi eftir rentuavgerðini í USA. Júst sum væntað, hækkaði USA rentuna og greiðar ábendingar komu um, at tvær rentuhækkingar skulu væntast aftrat í ár. Partabrævamarknaðirnir tóku væl ímóti avgerðini, tí hetta var ein staðfesting av, at tað gongur so mikið væl búskaparliga í USA, at Fed metir tað verða skilagott at hækka rentuna. Í USA er Trump komin í nakað av mótvindi og politiskt er líkt til, at hann fer at fáa tað trupult at seta fleiri av vallyftunum í verk. Optimisman varð soleiðis til realismu og darvaði partabrævagongdini nakað. Seinastu dagarnar er góða búskapargongdin tó komin aftur, tí roknskapirnir í USA fyri 1. ársfjórðing hava sum heild verið góðir og hava víst á hækkandi inntøkur. Samstundis vísa tøl, at inntøkuvøksturin í USA í 2017 allarhelst verður á hægsta stigi síðani 2011. Fleiri viðurskifti benda sosatt á, at partabrøv framhaldandi kunnu standa seg hampuligt. Góða búskapargongdin og væntaða partabrævagongdin benda eisini á hægri lánsbrævarentur. Verður hugt eftir virðisásetingini á partabrøvunum í USA og Evropa eru ábendingar um, at tey evropisku eru áhugaverdari næstu tíðina.

 

Mett verður, at Macron eisini fer at vinna um 14 dagar, tí fleiri av taparunum 23. apríl nú stuðla honum.

Share on :