TÍÐINDASKRIV - Aðalfundur í P/F LÍV Holding

  • 21 Apr 2017
  • - LÍV

Aðalfundur í P/F LÍV Holding

Ársaðalfundur varð í gjár tann 20. apríl hildin í P/F LÍV Holding, ið er móðurfelag hjá P/F Tryggingarfelagnum LÍV. Hetta er fyrsti aðalfundur síðan felagið í september 2016 fekk nýggjar eigarar. Á ársaðalfundinum varð ársfrásøgnin fyri 2016 góðkend.

Vøkstur
Tryggingargjøldini til Tryggingarfelagið LÍV vóru í árinum 260 mió. kr. í mun til 255 mió. kr. í 2015. Seinastu 3 árini hevur vøksturin í tryggingargjøldum verið í meðal 8,3% pr. ár. Felagið hevur nú slakar 21.500 kundar, ið spara upp til eftirløn og tilsamans 13.000 kundar eru fevndir av samlagstryggingini hjá felagnum. Felagið hevur lagt dent á at økja viðskiftaskaran við fakfeløgum og virkjum og málið er, at veita eins góða tænastu til vinnulív, sum til einstakar limir tá tað snýr seg um at tekna eina lívstrygging ella eina uppsparing til eftirløn.

Íløguavkast
Úrslitið av íløguvirksemi felagsins gjørdist í árinum 85 mió. kr. Íløguognirnar hjá felagnum vóru við ársenda 2016 2,1 mia. kr. Felagið miðjar eftir, at føroysk eftirlønaruppsparing skal verða virkin í Føroyum og við ársenda 2016 hevði felagið gjørt íløgur í Føroyum fyri tað ið svarar til 7,5% av skrásettu ognunum hjá felagnum og tað er ein øking í mun til undarfarna ár.

Kundarnir
Tryggingarfelagið LÍV hevur í árinum útgoldið tryggingarveitingar á tilsamans 62,2 mió. kr. Meginparturin av hesum útgjøldum eru útgjøld í sambandi við pensionering og samlagstrygging.

Innlit
Vit dylja ikki umsitingargjaldið, men vísa greitt hvat tað kostar at vera kundi og fáa fullan ágóða. Sparsemi í umsiting og fyrisiting merkir størri vinning og avkast til okkara kundar og tað er ein málsetningur eins væl og eitt lyfti. Kostnaðurin fyri hvønn tryggjaða var 792 kr. í 2016, ið er tað lægsta nakrantíð.

Nevndarval
Á ársaðalfundi varð eisini nevndarval á skránni og í nevndini fyri LÍV Holding sita nú Høgni Olsen, Súni Selfoss, Kári Petersen, Hanna í Horni og Árni Arge. Nevndin hevur skipað seg við Høgna Olsen sum formanni.

Ársfrásøgnin 2016 er at finna á undir varðanum “UM LÍV”

Nevndin hevur skipað seg við Høgna Olsen sum formanni.

Share on :