LÓGIR & TREYTIR


EFTIRLØNARLÓGIN 01.01.2014

Galdandi Eftirlønarlóg, við gildi frá 01.01.2014, gevur tær møguleika at býta tína elliseftirløn í tríggjar partar, tá útgjaldið byrjar.


Eftirlønargjaldið verður skattað við inngjald, sostatt er útgjaldið skattafrítt 

1) Í minsta lagi 45% skal verða útgoldið sum lívlong veiting, lívrenta, ið sbrt løgtingslóg er ein eftirlønarskipan, sum verður útgoldin leypandi, so leingi tann, sum eigur og hevur stovnað tryggingina, er á lívi, men fellur burtur, tá viðkomandi doyr.

2) Í mesta lagi 55% kann verða útgoldið sum lutaeftirløn, ið sbrt. hesari løgtingslóg er ein eftirlønarskipan, ið verður útgoldin yvir eitt avtalað tíðarskeið, tó í minsta lagi 10 ár. 

3) Í mesta lagi 15% kann útgjaldast sum kapitalútgjald, ið sbrt. hesari løgtngslóg er ein upphædd, sum verður útgoldin í einum. 


NB: Er samlaða eftirlønarsamansparingin hjá øllum føroyskum eftirlønarveitarum tilsamans minni enn 400.000,- krónur við eftirlønaraldur sbr. § 9, stk. 2 kunnu ístaðin upp til kr. 60.000,- krónur rindast út sum kapitalútgjald, og restin verða útgoldið við upp til 2.500,- krónur um mánaðin. 

Útgjaldast kann í fyrsta lagi við fólkapensjónsaldur sambært lóg um almannapensjónir, og í seinasta lagi tann dagin, tú fært fólkapensjón. Í løtuni er almenni pensjónsaldurin 67 ár. 

Virðið í inngjaldingartíðini er at meta sum kapitalsamansparing við arvarætti, um tú ikki hevur valt at stovna samansparingina sum eina lívrentu við innliman. Goldið verður út  til “næsta avvarðandi" uttan so, at onnur skriftlig avtala er gjørd við LÍV.  


INNGJØLD frá  01.01.2012 og við 31.12.2013

01.01.2012-31.12.2013Loyvt inngjald árligaVið eftirlønaraldur
Kapitaleftirlønupp til kr. 25.000,-Skattafrítt
Lutatrygging 10 árupp til kr. 100.000,-Skattafrítt
Lívrenta*
Skattafrítt

*Inngjald omanfyri kr. 125.000 fór inn á eina lívrentu


 Um tú ynskir tað, ber eisini til at flyta samansparda virðið inn undir ásetingarnar í Eftirlønarlógini.


Felags fyri samanspart virðið og rentu av hesum virði er, at útgoldið verður í tráð við tær avtalur, sum gjørdar eru fram til henda dag og fylgja útgjøldini ásetingunum í Rentutryggingarlógini.


INNGJØLD fram til 0g við 31.12.2011

Til og við 31.12.2011Loyvt inngjald árligaVið eftirlønaraldur
Kapitaleftirlønupp til kr. 50.000,-35% avgjald
Lutatrygging 10 árupp til kr. 100.000,-A-inntøka
Lívrenta*
A-inntøka

*Inngjald omanfyri kr. 150.000 fór inn á eina lívrentu.


Felags fyri samanspart virðið og rentu av hesum virði er, at útgoldið verður í tráð við tær avtalur, sum gjørdar eru fram til henda dag og fylgja útgjøldini ásetingunum í Rentutryggingarlógini.




Tryggingareftirlitið er stovnur undir Vinnumálaráðnum, sum hevur eftirlit við tryggingarfeløgum og eftirlønargrunnum, ið hava fingið loyvi til at reka tryggingarvirksemi sambært løgtingslóg um tryggingarvirksemi. Harumframt hevur eftirlitið annað eftirlitsvirksemi, undir hesum uttanhýsiseftirlitið við Føroya Realkreditstovni (Realurin).


Tryggingareftirlitið er ikki kærumyndugleiki hjá tryggingartakarum, ið kunnu kæra sambært ásetingum í tryggingartreytunum. Tó kann eftirlitið sjálvt taka mál um góðan skikk til viðgerðar. Tryggingareftirlitið er skipað við einari umsiting, ið hevur dagliga virki um hendi, og einum Tryggingarráði. Tryggingareftirlitið leggur fyri ráðið øll mál av almennum áhuga, mál har serstakur ivi er til staðar og mál, ið hava víðfevndar fylgjur fyri viðkomandi tryggingarfelag ella eftirlønargrunn, ella sum Tryggingareftirlitið annars metir hóskandi at leggja fyri ráðið. 


Tryggingareftirlitið fremur Tryggingarráðsins avgerðir og kunnar ráðið um, hvussu dagliga virki verður røkt, undir hesum viðgerð av teimum áheitanum, sum eru sendar Tryggingareftirlitinum. LÍV-samtakið er undir eftirliti av Tryggingareftirlitinum.

LEINKJA

Við deyða rinda arvingar arvaavgjald av upphædd, ið verður útgoldin. Avgjaldið verður ásett eftir, hvussu nær arvingur er skyldur við ognaran. Arvaavgjaldsskipanin er samansett av fýra bólkum.


Bólkur
Persónar
A
Hjúnafelagi, børn/ættleidd børn og børn hjá hesum
B
Foreldur og systkin/hálvsystkin og børn hjá hesum
C
Ommur, abbar og eftirkomarar hjá hesum
D
Onnur

Yvirlitið niðanfyri vísir, hvussu nógv verður rindað í arvaavgjaldi.

UpphæddABCD
1 – 1.0001,00%4,00%7,00%10,00%
1.001 – 2.0001,25%4,25%7,25%10,25%
2.001 – 3.0001,50%4,50%7,50%10,50%
3.001 – 5.0001,75%4,75%7,75%10,75%
5.001 – 10.0002,00%5,00%8,00%11,00%
10.001 – 20.0002,25%5,25%8,25%11,25%
20.001 – 50.0002,50%5,50%8,50%11,50%
50.001 – 100.0002,75%5,75%8,75%11,75%
100.000+3,00%6,00%9,00%12,00%


DØMI: Arvur á kr. 40.000, ið verður útgoldin til sambúgva, rindar 11,5 % í avgjaldi. Arvur, ið verður útgoldin til feløg o.tíl. rindar fast 10 % í arvaavgjaldi. Nevndu upplýsingar eru vegleiðandi úr “Lov om arveafgift”, ið er galdandi fyri Føroyar. Neyvari ásetingar fáast við at seta seg í samband við Skiftirættin, ið umsitur arvaavgjøld.

LEINKJA TIL LÓGINA

TILSKILAN

Tilskilanin ásetur, hvør ið hevur rættin til útgjaldið við deyða. 

Í flestu tryggingaravtalum er ásett, at tryggingarupphæddin í sambandi við deyða verður útgoldin til næsta avvarðandi, uttan so, at onnur skrivlig avtala er gjørd við LÍV. 

Ynskist tryggingarupphæddin útgoldin til onnur enn næsta avvarðandi, t.d. til sambúgva, skal hetta fráboðast skrivliga til LÍV. 

Hetta gert tú við at fylla út skjalið Tilskilan, sum liggur undir síðuni OYÐUBLØÐ, og senda tað inn til LÍV. 


Inni á kundaportalinum Mítt LÍV sært tú, hvussu tín tilskilan er skrásett. 


Møguleikar í sambandi við tilskilan:


”Næsti avvarðandi” er í fyrstu atløgu hjúnafelagin. Um eingin hjúnafelagi er, verður útgoldið til børn tryggingartakarans (lívsarvingar). Um eingi børn eru, verður útgoldið sambært testamenti. Er einki testamenti, verður útgoldið sambært arvalógini. 

At býta javnt millum børnini: Her verður útgoldið til børnini í eins stórum lutum. 

Sum tilskilað: Ynskir tú at tilskila t.d. sambúgva ella navngivin børn, verður skrivað navn og P-tal. Skal gjaldast út til meira enn ein persón, verður lutfallið tilskilað sum % av samlaðu upphæddini. 

Búgvið: Tá verður útgoldið til deyðsbúgvið. Her er síðani møguleiki at ráða yvir upphæddini við testamenti. 


Gev gætur: Gamla avmarkingin í sambandi við tilskilan, sum avmarkaði skaran av persónum, sum kundu tilskilast - tá tú teknaði eina eftirløn við skattafrádrátti - er ikki galdandi longur. 


Nú kanst tú frítt áseta, hvør ella hvørji skulu standa sum tilskilað. Hetta er eisini galdandi, um tú ynskir at broyta eina tilskilan, sum er ásett undir gomlu ásetingunum. 


Kreditorverja 

Verður útgoldið sambært tilskilan er útgjaldið kreditorvart. Hetta merkir, at goldið verður út til navngivnan móttakara, og at kreditorar ikki kunnu gera útlegg í útgjaldinum frá LÍV. Undantikið er, um tú hevur sett inn búgvið undir tilskilan. Verður útgoldið til búgvið, er peningurin ikki kreditorvardur. 


Restskuldatryggingar: Her fer útgjaldið inn á lán í bankanum og veksur soleiðis um frívirðið av húsunum. Her økist virðið á búnum og arvalutur - sum eftirsitandi maki skal skifta við børn - økist eisini, um hetta ikki er avmarkað við testamenti. Her er eingin kreditorverja.  

"Næsti avvarðandi" er í fyrstu atløgu hjúnafelagi. Er eingin hjúnafelagi, verður útgoldið til børn (lívsarvingar).

Eru eingir lívsarvingar, verður útgoldið sambært testamenti, er einki testamenti verður útgoldið sambært arvalógini.

HEINTA PDF

Ynskist tryggingarupphæddin útgoldin til onnur enn ”næsta avvarðandi”, t.d. til sambúgva, skal hetta fráboðast skrivliga til okkara. Hetta kann gerast við at fylla út skjalið "Njótanartilskilan" og senda tað inn til okkara.

KÆRUMØGULEIKAR

Tá ið tryggingaravtalur verða gjørdar, kunnu støður stinga seg upp, har tryggingartakarin ikki er nøgdur við avgerðina, sum tryggingarfelagið tekur. Hetta kann bæði vera í samband við tryggingarveiting vegna óvinnuføri og hættisliga sjúku. Higartil hevur tryggingartakarin haft møguleikan at royna málið í rættinum. Hetta kann taka drúgva tíð og gerast sera kostnaðarmikið. Fyri at lætta um kærumøguleikan og samstundis at gera tænastuna enn betri, hevur LÍV fingið limaskap í Ankenævnet for Forsikring. Sostatt er møguleiki at royna málið hjá Ankenævnet for Forsikring, um so er, at avgerðin er tikin í samband við tryggingar- tilburð, sum hevur verið eftir 1. desember 2004.

Ankenævnet hevur verið virkið síðani 1975. Formaður í Ankenævnet er hægstarættardómari, og har sita eisini umboð fyri danska brúkararáðið og danska tryggingaryrkið. Hesi umboð hava hollan kunnleika í øllum tryggingarmálum, tryggingartreytum og tryggingarlóggávu. Tryggingartreytir og tryggingarlóg í Føroyum líkjast nógv donskum viðurskiftum. Sostatt hevur Ankenævnet neyðugan førleika og innlit at viðgera kærur, sum koma úr Føroyum.


Ankenævnet For Forsikring 

Anker Heegaardsgade 2 

Postboks 360 

DK-1572 København V. 

Tlf. +4533158900

Fax+4533158910 

www.ankeforsikring.dk 


Skrivstovutíð kl. 09.00 - 12.00 føroyska tíð.


Ynskist nærri leiðbeining, ert tú vælkomin at ringja til LÍV.

Vanligt er, at úrskurðir hjá Ankenævnet verða fylgdir av tryggingarfeløgunum. LÍV hevur eina freist upp á 4 vikur at boða Ankenævnet frá, um so er, at avgerðin ikki verður tikin til eftirtektar. Verður hetta ikki fráboðað innan nevndu freist, er avgerðin hjá Ankenævnet bindandi fyri LÍV. Í teimum førum, har LÍV boðar Ankenævnet frá, at felagið ikki fylgir avgerðini, og tryggingartakarin vil hava eina endaliga og bindandi avgerð fyri báðar partar, er neyðugt at leggja málið fyri rættin. Tryggingartakarin er ikki bundin av úrskurði hjá Ankenævnet og varðveitir tí møguleikan at leggja málið fyri rættin.

OYÐUBLAÐ TIL KÆRU PDF

Allir tryggingartakarar hjá LÍV kunnu leggja kærur fyri Ankenævnet. Áðrenn kærast kann, skal tryggingartakarin hava roynt at fáa í lag eina nøktandi semju við LÍV. Verður ikki komið á mál við hesum, skal ein skrivlig kæra sendast til Ankenævnet. Kæran skal vera á donskum. Samstundis sum kært verður, skal gjaldast kr. 200,- inn á bankakonto nr. 9541-9078630 hjá Ankenævnet. Fær tryggingartakarin fult ella lutvíst viðhald í kæruni, verður gjaldið afturrindað. 


SAMBAND

Hevur tú spurningar ella ivamál hoyra vit fegin frá tær. Send okkum eini boð her á síðuni og minst til at skriva títt p-tal, so vit eru vís í at samskifta við rætta viðkomandi.

Samband við LISA


Vitja okkum mánadag - hósdag kl. 10-16
og fríggjadag kl. 10-15

Kopargøta 1 – Boks 206 - 110 Tórshavn

Tú er vælkomin at skriva eini boð til okkara niðanfyri við at fylla út teigarnar.
Vinarliga minst til at skriva inn P-talið.

+298 31 11 11 / fax + 298 35 11 10