Góð búskapargongd í USA og Evropa

  • 18 Jan 2017
  • - LÍV

Eftir eitt 2016 við hampuligum vinningi er tað við spenningi, at vit trína inn í 2017. Báðumegin Atlantshavið eru góð búskaparlig tíðindi og serliga í USA sær út til at ganga heilt væl. Kortini kann væntast, at nýggi forsetin, Donald Trump, fer at reka ein sera stimbrandi fíggjarpolitikk. Hóast óvissa er um, hvat hann ítøkiliga fer at fremja í verki, kann hetta føra við sær ovurhiting av búskapinum. Útlit er fyri, at 2017 kann gerast eitt hampuligt partabrævaár, men vandi liggur í, at nakað av framgongdini longu er innroknað í kursirnar.

 

Góður ársendi viðvíkjandi virðisbrævavinningi

Ikki kann sigast annað, enn at desember í 2016 var góður fyri allar virðisbrævaflokkarnar hjá LÍV. Allir flokkar høvdi ein vinning í mánaðinum og hetta førdi við sær, at árið sum heild endaði við nøktandi vinningi. Samlað gav íløgan við hægra váðanum vinning á 4,49%, meðan íløgan við lægra váðanum gav vinning á 2,58%. Í desember var ískoytið til hendan vinning, fyri báðar íløgurnar, ávíkavist 1,73% og 0,34%. Besti virðisbrævaflokkur í 2016 gjørdist ”onnur lánsbrøv”, ið góvu heili 7,56% eftir at desember gav 1,60%. Teimum á baki komu partabrøvini við vinningi á 5,58%. Desember átti sera stóran lut í hesum ársvinninginum, tí í desember góvu partabrøvini heili 5,26% í vinningi. Hóast donsku lánsbrøvini stóðu seg vánaligast, góvu hesi ein vinning á heili 3,74% í 2016. Hetta er nøktandi, tá hugsað verður um lága rentustigið í heiminum. Í desember góvu hesi +0,43%.

 

Búskapur vann á politikki

2016, sum júst er farið aftur um bak, var sera hendingarríkt. Tað, sum helst serliga stendur eftir í minninum, eru ymsu forsagnirnar, sum so dyggiliga tóku feil. Í juni, tá bretar skuldu atkvøða um sokallaða Brexit, var at kalla eingin ivi um, at teir fóru at atkvøða fyri, at verða verandi í ES. Øllum kunnugt gjørdist úrslitið tað øvugta. Í november skuldu amerikanarar velja nýggjan forseta. Tann umstríddi Donald Trump gjørdist valevni hjá republikanarunum og beint fyri valið, mettu mest virdu miðlar í USA, at mótvalevnið, Hillary Clinton, fór at vinna við útvið 90% sannlíkindi. Øllum kunnugt gjørdist hetta ikki úrslitið og seinni hesa vikuna, tann 20. januar, kann Trump seta seg í Hvítu Húsini. Spátt var eisini, at um úrslitini gjørdust, sum tey gjørdu, so fór tað at fáa neiligar avleiðingar á virðisbrævamarknaðirnar. Soleiðis gjørdist heldur ikki. Gamaní viknaði bretska pundið nógv í seinnu hálvu av 2016, men hetta gav bretskum virkjum kappingarfyrimun soleiðis, at teirra partabrøv hækkaðu. Í USA styrknaði dollarin, móti øllum forsagnum, eftir at Trump vann valið og partabrøvini hækkaðu eisini. Ein orsøk til hetta var, at sokallað Trumponomics er í væntu. Hóast óvissa er um hendan fíggjarpolitikk Trumps, so væntast hann at stimbra amerikanska búskapin. Lærupeningurin frá 2016 er helst, at á fíggjarmarknaðum vinnur búskapur vanliga á politikki.

 

Varliga góð útlit

Í byrjanini av 2017 kann staðfestast, at tað gongur munandi betri í evropiska og amerikanska búskapinum, sammett við fyrr í 2016. Í USA vísa tøl, at virkir eru alt meira bjartskygd og væntast at økja teirra íløgur. Eisini meinigi amerikanarin er meira bjartskygdur og arbeiðsloysið er í løtuni undir sokallaða náttúrliga arbeiðsloysinum. Búskapurin í USA er sostatt heilt sterkur í løtuni. Spurningurin er tí, um stimbrandi fíggjarpolitikkur Trumps, Trumponomics, kann ovurhita búskapin soleiðis, at amerikanski miðbankin noyðist at hækka rentuna meira enn áður væntað. Í Evropa vísa framatlítandi búskapartøl eisini á, at framgongd er, men evropiski miðbankin hevur boðað frá, at tey ikki fara at hækka evropisku rentuna fyrr enn við endan av 2017.

2017 verður sostatt eftir øllum at døma eitt ár við búskaparligari framgongd og hækkandi lánsbrævarentum. Viðvíkjandi vinningi á varligum statslánsbrøvum er tí helst lítið at heinta. Partabrøvini hava helst longu innroknað nakað av væntaðu búskaparframgongdini. Tí skal helst ikki so nógv til fyri, at vit stundum kunnu sígga óstøðugleika í hesum íløgubólki, hóast útlitini samanumtikið eru varliga góð.

Lærupeningurin frá 2016 er helst, at á fíggjarmarknaðum vinnur búskapur vanliga á politikki.

Share on :