Hanna í Horni

 

Næstforkvinna

P/F LÍV- Holding, LÍV1

P/F Lívstryggingarfelagið LÍV, LÍV2

 

Núverandi starv

Uttanríkis- og Vinnumálaráðið: Leiðari av arktiska toyminum, umboð Føroya (Senior Arctic Official) í Arktiska Ráðnum og sendileiðari Føroya í SPRFMO (South Pacific Regional Fisheries Managament Organisation) og limur í fíggjarnevndini hjá SPRFMO.

 

Vinnuroyndir

Løgmansskrivstovan 2011-2015: Leiðari av arktiska toyminum, umboð Føroya (Senior Arctic Official) í Arktiska Ráðnum, sendileiðari Føroya í NAMMCO (North Atlantic Marine Mammal Commission) og limur í fíggjarnevndini, sendileiðari Føroya í embætisbólkinum til Hoyvíkssáttmálan, umboð Føroya í ráðgevandi nevndini í arktiskum málum í Norðurlandaráðharraráðnum, umboð Føroya í IWC (International Whaling Commission). Uttanríkisráðið 2008-2011: fulltrúi í viðurskiftum Føroya við ES, EFTA og WTO. Limur í kanningarnevndini, ið landsstýrið setti í 2009 at kanna fyritreytirnar fyri gagnligastu viðurskiftum Føroya og ES millum (Gula Álitið). Sendistova Føroya í ES 2007-2008: málsviðgeri í útbúgvingarmálum og sendiritari.

 

Útbúgving

Doktari (PhD) í International Relations í 2009

MA í International Relations í 2002

BSc í Politics og Anthropology í 1999