Mítt LÍV

Fyri at skapa gjøgnumskygni hava vit ment ein portal, sum vísir hvørjar avtalur tú hevur við LÍV, og hvussu hesar eru skipaðar. Navnið á portalinum er Mítt LÍV.  Talan er um eina hurð til tínar upplýsingar, sum gevur tær lætta atgongd og fult innlit.
Her fært tú m.a. innlit í pensjónsuppsparing, persónligar tryggingar, samlagstrygging, inngjøld og teknisku uppgerðina.

SOLEIÐIS RITAR TÚ INN 
Brúkaranavnið er títt p-tal. Afturat hesum ritar tú inn við einum loyniorði. Hevur tú ikki eitt loyniorð, er tú vælkomin nýta formin niðanfyri. Minst til at fylla út allar teigar og boða frá, at tú ynskir eitt loyniorð til kundaportalin Mítt LÍV.

Tá tú ritar inn fyrstu ferð, verður tú biðin um at skráseta teldubústað og fáa tær títt egna loyniorð. Eftir hetta fært tú ein teldupost frá okkum, sum váttar nýggja loyniorðið. Teldubústaðurin verður eisini brúktur, um tú gloymir títt loyniorð.

rita inn

Samband við LIV


Vitja okkum mánadag - hósdag kl. 10-16
og fríggjadag kl. 10-15

Kopargøta 1 – Boks 206 - 110 Tórshavn

Tú er vælkomin at skriva eini boð til okkara niðanfyri við at fylla út teigarnar.
Vinarliga minst til at skriva inn P-talið.

+298 31 11 11 / fax + 298 35 11 10