LÍV fimmti ár

  • 05 Jan 2017
  • - LÍV

Við løgtingslóg frá 10. oktober 1966 var tað vit í dag kenna sum LÍV ella Føroya Lívstrygging sett á stovn. Virksemi byrjaði 2. januar 1967. Sostatt hevur felagið 2. januar 2017 virkað í fimti ár.

Hesi fimti árini hevur felagið tekna tryggingar og eftirlønaruppsparingar fyri føroyingar. Í hesum fimti ára tíðarskeiðnum hevur felagið útgoldið yvir 2 mia.kr. í tryggingarútgjøldum og eftirlønum. Íalt hava viðskiftafólk okkara inngoldið útvið 5 mia.kr. Góð 80% eru farin til eftirlønaruppsparingar, meðan restin er farin til at tekna tryggingar.

2016 hevur verið eitt hendingaríkt ár fyri samtakið. 1. september keyptu 17 fakfeløg 50% af LÍV-samtakinum. Samstundis fekk Ognarfelagið LÍV tillutað síni 50% av samtakinum. Sostatt eru tað nú kundar okkara sum eiga LÍV samtakið, nú felagið kann hátíðarhalda fimti ára dagin fyri virkseminum.

Vit síggja fram til eitt spennandi 2017, har vit fara at leggja okkum eftir at virðisøkingin til kundar okkara verður so stór sum gjørligt og har ágóðin fer til kundar okkara. Vit ynskja viðskiftafólkum, samstarvsfelagum, eigarumog starvsfólkum eitt gott og eydnuberandi nýggjár og takka fyri samstarvið og álitið okkum er litið til.

Komandi vikurnar verður val til umboðsráðið hjá Ognarfelagnum LÍV. Valið verður skotið ígongd 6. januar og endar 31. januar. Íalt 53 valevnir hava bjóðað seg fram, meðan omanfyri 23.000 kundar hava høvi at atkvøða til fyrsta valið eftir at kundarnir hava yvirtikið ognarskapin av felagnum.

Jan Jakobsen, stjóri

Sostatt eru tað nú kundar okkara sum eiga LÍV samtakið, nú felagið kann hátíðarhalda fimti ára dagin fyri virkseminum.

Share on :