UMBOÐSRÁÐSVALIÐ 2019

  • 08 Nov 2018
  • - LÍV

Vit sóknast eftir 35 umboðsráðslimum

Hevur tú hug at mynda framtíðina hjá størsta lívstryggingar- og pensjónsfelag í Føroyum, stendur tær í boði, at gerast valevni til umboðsráðið hjá Ognarfelagnum LÍV.

Ognarfelagið eigur 50% av Pf.LÍV Holding.

Ásetingar í sambandi við uppstilling:

     * Tú ert limur í LÍV

     * Hevur 5 stillarar

     * Ert ikki í starvi ella nevnd/umboðsráði hjá fyritøku, sum kappast við LÍV.

 

Ynskir tú at bjóða teg fram sum valevni, er freistin 1. desember 2018.

Uppstillingarskjalið er at finna á www.liv.fo/URV2019

Her finnur tú eisini upplýsingar og neyvari ásetingar í sambandi við valið.

Tú ert eisini vælkomin inn á gólvið hjá LÍV at heinta uppstillingarskjalið.

Umboðsráðsvalið fer fram í tíðarskeiðnum 4. - 25. januar 2019.

 

Hug at. mynda framtíðina hjá størsta lívstryggingar- og pensjónsfelag í Føroyum?

http://www.liv.fo/URV2019
Share on :