UMBOÐSRÁÐSVALIÐ 2019

Freistin at stilla upp er 1. desember 2018



HVUSSU  geri eg UM EG YNSKI AT GERAST VALEVNI

• Tú skrivar út uppstillingarskjalið, sum er at finna niðanfyri. Tað ber eisini til at fara inn á gólvið hjá LÍV ella biðja LÍV um at senda tær eitt uppstillingarskjal. 

• Tú fyllir út uppstillingarskjalið, sum skal undirskrivast av í minsta lagi 5 stillarum, sum eru limir í felagnum. Ein limur kann bert vera stillari hjá einum valevni til hvørt val, og bert eitt valevni kann vera á hvørjum lista. 

• Tú váttar samstundis, at tú ikki ert í starvi hjá ella í nevnd/umboðsráði hjá kappingarneyta innan tryggingarvirksemið hjá P/F LÍV Holding. 

• Í sambandi vil valið, stendur tær í boði, at fáa eina vangamynd á heimasíðuna hjá LÍV. 

• Uppstillingarskjal og møguligt tilfar til vangamyndina verður latið inn aftur á LÍV, men kann eisini sendast við posti ella sum innskannað PDF-skjal umvegis ognarfelagid@liv.fo 


Uppstillingarskjal og tilfar til vangamynd skal vera LÍV í hendi í seinasta lagi 1. desember 2018


Undir varðanum “Hvussu verður valið skipað” finnur tú neyvari frágreiðing og ásetingar í sambandi við valið. 


Víst verður eisini til “Viðtøkur fyri Ognarfelagið LÍV”. 


Eru ivamál, ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum. Skriva boð við at trýsta her.

ENDAMÁL, UPPGÁVUR OG SAMSÝNING

 1) Endamál 


Endamál felagsins er at eiga 50% av partapeninginum í P/F LÍV Holding (LÍV1), sum eigur 

P/F Tryggingarfelagið LÍV (LÍV2

 P/F Lutaíbúðir 


P/F LÍV Lívs- og pensjónstryggingarfelag (LÍV3) 

• P/F Royndin við dótturfeløgum 

• P/F Fastogn (Ognarlutur 50%) 


 2) Uppgávur 


At taka avgerð felagsins vegna á aðalfundi felagsins 

At velja 2 nevndarlimir í nevndina hjá P/F LÍV Holding og í samráð við P/F Fakfelag finna semju um forkvinnu/formann til nevndina, sum samanlagt telur 5 persónar. 

P/F Fakfelag velur eisini 2 limir í nevndina. 


3) Samsýning 


Fasta mánaðarliga samsýningin er kr. 1.000,- + fundar- og koyripeningur í sambandi við hildnar fundir. 

Aftur at hesum fær formansskapurin eina mánaðarliga samsýning á: 

• Forkvinna/formaður kr. 3.000,- 

• Næstforkvinna/-formaður kr. 2.000,- 

• Kassameistari kr. 2.000,- 

• Tiltakslimur kr. 1.000,- 


Hvussu verður valið skipað

Umboðsráðið 


Veljast skulu 35 umboðsráðslimir millum limirnar í felagnum. Frá 2019 at rokna verður val fjórða hvørt ár, og øll 35 umboðini standa fyri vali. Umboðsráðið tekur við virksemi sínum á fyrsta aðalfundinum, eftir at valúrslitið er almannakunngjørt. 


Hvør er limur í felagnum? 

Allir tryggingartakarar og tryggjað sambært samlagstrygging hjá P/F LÍV Holding ella feløgum tess. 


Atkvøðurætt 

Atkvøðurætt hava øll, sum eru limir í felagnum og hava verið tað síðan 30. november 2018. 


Valbæri 

Valbær eru øll, sum lúka vanligu treytirnar fyri atkvøðurætti. Tó kann eingin virka sum umboðsráðslimur, um viðkomandi hevur starv hjá ella situr í nevnd/umboðsráði hjá virki, sum er kappingarneyti innan tryggingarvirksemið hjá P/F LÍV Holding. 


Tal av atkvøðum til Umboðsráðsvalið 

Allir limir, ið hava atkvøðurætt, hava minst eina atkvøðu og í mesta lagi 8 atkvøður fyri allar teknaðar tryggingar. Atkvøðurnar verða tillutaðar í mun til árligt inngjald og samanspart virði pr. 30. september 2018.


Árligt inngjald upp til kr. 15.000 gevur eina atkvøðu. Fyri hvørjar byrjaðar kr. 15.000 eftir hetta, fær limurin eina atkvøðu afturat. 


Fyri samansparing oman fyri kr. 150.000,- fær limurin eina atkvøðu fyri hvørjar byrjaðar kr. 150.000 í samanspardum virði.

UMBOÐSRÁÐSVALIÐ

Valevnislistin verður almannakunngjørdur hóskvøldið 3. januar 2019. 


Veljast kann í tíðarskeiðnum frá 4. til og við 25. januar 2019. 


NB: Valið fellur burtur, um uppstillaðu valevnini ikki eru fleiri enn 35 í tali, og verða hesi tá at rokna sum vald. Eru færri valevni uppstillað enn veljast skulu, verða teir vantandi umboðsráðslimirnir valdir av Umboðsráðnum. Hetta verður fyriskipað á fyrsta fundinum hjá nýggja Umboðsráðnum. 

HVUSSU VELJI EG?

Valt verður elektroniskt. 


Skriv verður sent til allar limir felagsins, umvegis post ella mín boks, við upplýsingum um: 

• Tillutað atkvøðutal 

• Loyniorð 

• Frágreiðing í sambandi við elektronisku atkvøðugreiðsluna 

• Evstamark fyri at greiða atkvøðu 


Tá tú hevur móttikið brævið, ber til at atkvøða elektroniskt.

MANNAGONGD TIL ELEKTRONISKU ATKVØÐUGREIÐSLUNA 

4. JANUAR LETUR ATKVØÐUGREIÐSLAN UPP


• Tú fert inn undir varðan “Elektroniskt val” 

• Trýst á leinki við tí tali av atkvøðum, sum tú hevur fingið tillutað í skrivinum. 

• Skriva tín teldupost og loyniorðið, tú hevur fingið sent í brævi frá OGNARFELAGNUM LÍV 

• Tú fært nú eitt leinki á tín teldupost. Um tú ikki móttekur ein teldupost, kann hesin vera endaður í spamm-filtrinum. Kanna eftir, um telduposturin ikki kemur fram. 

• Greið atkvøðu. 

• Tú móttekur eina undansýning. Kanna eftir, um tú hevur fylt rætt út. 

• Váttað valið. Tá valið er váttað, verður loyniorðið ógildað. 

• Tú móttekur eina kvittan á tína teldupostadressu. 

uppstillingarskjal

Heinta uppstillingarskjalið her við at trýtsa á knøttin og tá letur skjalið seg upp í einum nýggjum glugga

uppstillingarskjal

viðtøkur hjá ognarfelaginum 

Heinta viðtøkurnar her við at trýsta á knøttin og tá letur skjalið seg upp í einum nýggjum glugga

VIÐTØKURNAR FYRI OGNARFELAGIÐ

Samband við LIV


Vitja okkum mánadag - hósdag kl. 10-16
og fríggjadag kl. 10-15

Kopargøta 1 – Boks 206 - 110 Tórshavn

Tú er vælkomin at skriva eini boð til okkara niðanfyri við at fylla út teigarnar.
Vinarliga minst til at skriva inn P-talið.

+298 31 11 11 / fax + 298 35 11 10
 
1 Start 2 Start 3 Complete