SPURT OG SVARAÐ


INNGJALDSTRYGGING Í SAMBAND VIÐ ÓARBEIÐSFØRI 

Inngjaldstrygging merkir, at gjaldið fellur burtur um, arbeiðsorkan verður skerd við 2/3 ella meira. Gjaldið fellur burtur 3 mánaðir eftir at óarbeiðsføri er staðfest, og LÍV rindar hetta, so leingi óarbeiðsføri stendur við. Mesta longdin á hesum tíðarskeiði er í mun til gjørdu tryggingaravtaluna. Tú finnur áheitan um veiting undir oyðubløð. Tá vit hava móttikið tína áheitan, biðja vit um neyðugar upplýsingar hjá sjúkrahúsverkinum ella tínum lækna, soleiðis at vit kunnu viðgera málið.  

BROYTT HJÚNASTØÐA

Tú eigur at hugsa um tilskilan soleiðis, at eitt møguligt útgjald við deyða, verður í tráð við tíni ynskir.

HVAT MERKIR GAJLDSSKÁI

Gjaldsskái merkir, at rætturin til trygging heldur áfram, hóast inngjaldið steðgar. Gjaldið fyri tryggingarpartin verður mótroknað í uppsparda virðinum á pensjónstryggingini. Fleiri fakfeløg hava í sínum avtalum, at tað sjálvvirkandi verður veittur gjaldsskái í tilsamans 1 ár. Set teg í samband við okkum, um tú ert í iva ella ynskir nærri frágreiðing. 

ÚTGJALD VEGNA DEYÐA

Sorinskrivarin boðar okkum frá í sambandi við øll andlát í Føroyum. Við deyða verður útgoldið til tann, tú hevur tilskilað á tryggingini. Skal upphæddin flytast til búgvið, verður hetta gjørt í samstarvi við Sorinskrivarin.

ÚTGJALD VEGNA ÓARBEIÐSFØRI

Tú hevur rætt til hesa veiting, um arbeiðsorkan er skerd við 2/3 ella meira. Útgjaldið byrjar 3 mánaðir eftir, at óarbeiðsføri er staðfest. Tú finnur áheitan um útgjald undir oyðubløð. Tá vit hava móttikið tína áheitan, biðja vit um neyðugar upplýsingar hjá sjúkrahúsverkinum ella tínum lækna, soleiðis at vit kunnu viðgera málið.  

ÚTJGALD VEGNA HÆTTISLIGA SJÚKU

Hesar sjúkuavgerðir (diagnosur) er fevndar av tryggingini. Tú finnur áheitan um hesa veiting undir oyðubløð.  Tá vit hava móttikið tína áheitan, biðja vit um neyðugar upplýsingar hjá sjúkrahúsverkinum ella tínum lækna, soleiðis at vit kunnu viðgera málið.  

ÚR STARVI

Set teg í samband við okkum, so finna vit í felag fram til hvøjir møguleikarnir eru.

NÝTT STARV

Set teg í samband við okkum, so finna vit í felag fram til hvussu tú skipar tínar tryggingar og eftirløn frameftir.

FRÁ VEGNA ALDUR

Vit seta okkum í samband við teg, tá dagurin nærkast. Tá verður greitt frá, hvussu útgjaldið er skipað, og vit spyrja teg, hvar peningurin skal flytast.

EFTIRLØNARUPPSPARING Í DANMARK

Tað ber til at flyta hesa uppsparing heim til Føroyar. Tað verður í fyrstu at atløgu rinda avgjald til danska statin á 60%, og síðani verða 40% flutt heim til Føroyar. Tá hesin peningur er settur inn aftur á eina eftirlønarskipan í Føroyum, søkir tú - umvegis TAKS - um at fáa danska avgjaldið afturrindað og flutt inn á tína eftirløn. Hevur tú búð og skattað í Føroyum, meðan inngoldið er til donsku skipanina, verður alt avgjaldið endurrindað. Hevur tú búð part av tíðini í Danmark, verður endurrindað lutfalsliga í mun til tíðina, tú hevur búð í Danmark. Vit hjálpa tær fegin at kanna eftir, hvør nágreiniliga støðan er í tínum føri.

HVÍ ER NEYÐUGT VIÐ HEILSUVÁTTAN

Heilsuváttan verður nýtt fyri at seta øll tey tryggjaðu so javnt sum gjørligt í tryggingarhøpi. Við innliman meta vit um váðan og áseta treytir og gjald í mun til tær upplýsingar, sum standa í heilsuváttanini.

Samband við LIV


Vitja okkum mánadag - hósdag kl. 10-16
og fríggjadag kl. 10-15

Kopargøta 1 – Boks 206 - 110 Tórshavn

Tú er vælkomin at skriva eini boð til okkara niðanfyri við at fylla út teigarnar.
Vinarliga minst til at skriva inn P-talið.

+298 31 11 11 / fax + 298 35 11 10