Føroya Lívtrygging

Ársroknskapur fyri 2009

Tann 19. apríl var ársaðalfundur hjá samtakinum LÍV har roknskapurin varð framlagdur og góðkendur. LÍV hevði í farna ári eitt nøktandi úrslit.
Tann 19. apríl var ársaðalfundur hjá samtakinum LÍV har roknskapurin varð framlagdur og góðkendur.
 
LÍV hevði í farna ári eitt nøktandi úrslit. Ársúrslitið hjá LÍV áðrenn flutt verður til bonus og kundaogn er 103,9 mió. kr. í 2009. Flutt til bonus er 66,7 mió. kr. og  til kundaogn 20,9 mió. kr. Rakstrarúrslitið er 15,3 mió. kr.
 
Høvuðsorsøkin til úrslitið hjá felagnum er tann positiva gongdin á fíggjarmarknaðinum. Úrslitið av íløguvirkseminum hjá samtakinum var í árinum 165,9 mió. kr. Fyri samtakið var avkastið av partabrøvunum 15,2%. Meðalavkastið fyri lánsbrøv var 5,7%. Fyri børsskrásett partabrøv var avkastið 25,2% í meðal.
 
Fíggjarstøðan javnvigar við 3,0 mia. kr. mótvegis 2,7 mia. kr. í 2008.
 
Høvuðsparturin av íløgum felagsins eru í láns- og partabrøv. Við ársenda 2009 vóru íløgurnar í lánsbrøv 1,7 mia. kr. og íløgur í partabrøv 295 mió. kr. Útlán til kommunur v.m. vóru í árinum 196 mió. kr.
 
Í mun til 2008 øktust tryggingargjøldini í 2009 við við 22,9 mió. kr., soleiðis at tryggingargjøldini við árslok 2009 vóru 347,7 mió. kr. Hetta svarar til ein vøkstur í tryggingargjøldunum uppá umleið 7%. Rakstrarútreiðslurnar hjá felagnum vóru í árinum 27,9 mió. kr. mótvegis 27,0 mió. kr. í 2008 og svarar hetta til ein vøkstur í rakstrarútreiðslunum upp á umleið 3%. Tá umsitingarútreiðslurnar ikki eru øktar í sama mun sum tryggingargjøldini, kann LÍV enn eina ferð lækka umsitingargjaldið.
 
Øll nevndin stóð fyri vali og er afturvald. Í nevndini eru Poul Hansen, Súsanna E. Sørensen, Una J. Joensen, Gunnleivur Dalsgarð og Jógvan Mørkøre.
 
Fyrispurningar í sambandi við roknskapin fáast við at venda sær til Tummas Eliasen, stjóra á tlf. 351123.
Dagført: 20-04-2010
Login
Logga á kundaportalin