Føroya Lívtrygging

LÍV stovnar lutaíbúðarfelag

LÍV hevyur stovnað lutaíbúðarfelagið P/F LutaÍbúðarVirkið at byggja og reka luta- og leiguíbúðir.
LÍV stovnar lutaíbúðarfelagið “LutaÍbúðarVirkið”
LÍV hevyur stovnað lutaíbúðarfelagið P/F LutaÍbúðarVirkið at byggja og reka luta- og leiguíbúðir. Á hendan hátt verður pensjónskapitalurin virkin í tí føroyska samfelagnum og til gagns fyri tryggingartakararnar hjá LÍV, samstundis sum hetta skapar virksemi í búskapinum í landinum.
Tað er vanligt í útlondum, at pensjónsfeløg gera íløgur í fastogn, harundir í lutaíbúðir.
Tørvurin í Føroyum er eyðsýndur fyri hesum slag av íbúðum, og ætlanin hjá LÍV at gera íløgur á bústaðarmarknaðinum hevur verið frammi fyrr.
Ein fortreyt er, at lógarkarmarnir eru til staðar, soleiðis at luta- og leiguíbúðir vera javnt settar við eigaraíbúðir. Tað eru útlit fyri, at lógargrundarlagið kemur upp á pláss, og tí metir felagið at tíðin er búgvin at fara í gongd.
Nevnd og stjórn í nýggja felagnum P/F LutaÍbúðarVirkið er tann sama sum í LÍV-feløgunum. Partapeningurin er 10 mió. kr. Stjóri í felagnum er Tummas Eliasen, nevndarformaður er Gunnleivur Dalsgarð. 
 
 
Dagført: 18-03-2010
Login
Logga á kundaportalin