Føroya Lívtrygging

Nýtt á LÍV

Á LÍV eru vit farin undir eina tilgongd, ið stigvíst ger tað lættari hjá tær at fáa yvirlit yvir tína pensjón og at víðkað tínar valmøguleikar.
Á LÍV eru vit farin undir eina tilgongd, ið stigvíst ger tað lættari hjá tær at fáa yvirlit yvir tína pensjón og at víðkað tínar valmøguleikar.
Fyrsta stigið er, at vit geva tær ein nýggjan portal, har tú fært greitt innlit í tínar tryggingar. Við portalinum fært tú eitt greitt innlit í tryggingarnar, sum tú hevur hjá okkum. Har sært tú, hvat ið er uppspart, hvat tú fært í pensjón, og hvussu tú annars ert tryggjað ella tryggjaður.
Hvussu fert tú inn á portalin? Finn tær loyniorðið fram. Tað skuldi verið sent tær við postinum, og stendur ovalaga høgrumegin. Ella tú fært eitt frá okkum. Far so inn á liv.fo – skrivað títt p-tal og so loyniorðið. Tú kanst broyta tað, tá tú ert innkomin. Nýggi portalurin ger, at vit taka okkum av tínum pensjónspappírum – so kanst tú lesa tey, tá tú vilt.
Seinni í ár er ein Seniorskipan á skránni, ið er ráðgevingarskipan til tey, ið fara á pensjón um ikki so langa tíð.
Vit koma við nýggjari skipan, ið gevur tær møguleika at velja hvussu tú vilt hava rentuna fyri tína pensjón – bæði við marknaðarrentu og sum frítt íløguval.
Dagført: 05-03-2010
Login
Logga á kundaportalin