Sum nakað nýtt ber nú til at víðka samlagstryggingina til eisini at fevna um útgjald í sambandi við hættisliga sjúku. Hetta merkir, at um ein av tryggjaðu persónunum fær staðfest eina av 14 navngivnum sjúkum, verður ein avtalað tryggingarupphædd útgoldin í einum.
Tryggingarupphæddin í sambandi við hættisliga sjúku kann ásetast upp til kr. 100.000, tó ongantíð meira enn 50 % av tí tryggingarupphædd, ið er ásett við deyða á samlagstryggingini. Hvussu hesin peningurin verður brúktur, er upp til sjúklingin og avvarðandi.
Tryggingarupphæddin kann sum dømi geva møguleika fyri at:
vera um sjúklingin
fáa serlæknahjálp
keypa maka leysan úr starvi
keypa hjálpartól
gera tillagingar í heiminum
umleggja lán o.a.
Møguligt er hjá fagfeløgum og virkjum, sum hava teknað samlagstrygging, at víðka tryggingina við hesum tryggingarhátti.
Tryggingarupphæddin fellur til gjaldingar, um ein fær staðfest eina av hesum sjúkum ella sjúkuviðgerðum.
Illkynjað krabbamein
Blóðtøpp í hjarta
Hjárásarskurð (bypas)
Hjartalokuskurð (skurðviðgerð fyri hjartaklaff)
Heilabløðing/slag
Bjølg á lívæðr í heila
Ávísan góðkynjaðan vøkstur í heila ella á mønu
Dissemineraða sklerosu
ALS (Amyotrofisk lateral sklerosa)
Vøddasvinn
HIV (av blóðgávu ella arbeiðstreytaðari smittu)
Eyðkvæmi (AIDS)
Nýrasvignan
Størri vevnaðarflutning (organtransplantatión)
Sjónarmiss
Hoyrnarmiss
Creutzfeldt-Jacob
Parkinsonsjúku (Paralysis agitans)
Illkynjað krabbamein
Blóðtøpp í hjarta
Hjárásarskurð (bypas)
Hjartalokuskurð (skurðviðgerð fyri hjartaklaff)
Heilabløðing/slag
Bjølg á lívæðr í heila
Ávísan góðkynjaðan vøkstur í heila ella á mønu
Dissemineraða sklerosu
ALS (Amyotrofisk lateral sklerosa)
Vøddasvinn
HIV (av blóðgávu ella arbeiðstreytaðari smittu)
Eyðkvæmi (AIDS)
Nýrasvignan
Størri vevnaðarflutning (organtransplantatión)
Sjónarmiss
Hoyrnarmiss
Creutzfeldt-Jacob
Parkinsonsjúku (Paralysis agitans)
Um tú ynskir neyvari útgreining um sjúkurnar, ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum.
English Edition



