Tilskilan merkir: hvør skal hava rættindi til tryggingina (veitingina), um tryggjaði doyr.
Tryggingarupphæddin í sambandi við deyða verður útgoldin til næsta avvarðandi, uttan so at onnur skrivlig avtala er gjørd við Føroya Lívstrygging. Næsti avvarðandi er hjúnafelagi. Um eingin hjúnafelagi er, verður útgoldið til børn (lívsarvingar). Eru eingir lívsarvingar, verður útgoldið sambært arvalógini.
Ynskir ein tryggingarupphæddina útgoldna til onnur enn næsta avvarðandi, t.d. til sambúgva, skal hetta fráboðast skrivliga til Føroya Lívstrygging.
Hetta kann ein gera við at fylla út skjalið "njótanartilskilan," ið tú kanst heinta sum pdf-skjal her.
Vegleiðing: Lat upp skjalið og prenta tað út. Skriva navn og føðingardag, hvørjum felagi, tú ert tryggjað/ur í, og hvønn tilskilanin skal broytast til. Undirskriva síðan skjalið og send okkum tað.
English Edition



