Føroya Lívtrygging

Samlagstrygging

Samlagstrygging er trygging fyri størri hópar, við í minsta lagi 25 limum. Samlagstrygging kann m.a. innihalda hesar veitingar:

 
   Upphædd verður útgoldin, um limur doyr.
   Upphædd verður útgoldin, um hjúnafelagi/samlivari doyr.
   Leypandi veiting verður veitt til børn, um limur doyr.
   Leypandi veiting við óarbeiðsføri.
   Upphædd verður útgoldin við varandi óarbeiðsføri.
   Upphædd verður útgoldin við hættisliga sjúku.
   Upphædd verður útgoldin við ellisár.
 
Upphædd við deyða verður útgoldin til næstu avvarðandi (og ikki t.d. til sambúgva), uttan so at annað er avtalað skrivliga við okkum.
 
Login
Logga á kundaportalin