Hevur tú teknað lutatrygging, verður veiting útgoldin í lutum (ratum) í eitt ávíst áramál. Ein velur sjálvur, hvussu leingi hetta áramálið – ella garantitíðarskeið – skal vera. Skeiðið kann vera ímillum 10 og 25 ár. Styttri, ein ásetur áramálið, hægri verður veitingin.
Um ein doyr í tíðarskeiðnum, meðan útgoldið verður, fer veitingin í staðin til eftirsitandi restina av skeiðnum.
Inngjaldið kann vera óavmarkað, og sostatt fæst óavmarkaður frádráttur í skatti. Viðv. frádrátti fyri privat inngjøld er galdandi, at um inngjaldsavtalan er longri enn 10 ár, kann tað árliga gjaldið dragast fult út frá í tí skattskyldugu inntøkuni hvørt ár. Um inngjaldsavtalan er styttri enn 10 ár (t.d. eingangsinngjald), har t.s. størri upphæddir verða inngoldnar, kunnu hesar dragast frá við 1/10 parti um árið yvir 10 fylgjandi ár. T.d. kann inngjald á kr. 500.000 dragast frá við kr. 50.000 um árið yvir 10 ár.
Annars er galdandi ein "uppfyllingarregla,” ið sigur, at um 1/10 av upphæddini er undir ávísa upphædd, kann frádrátturin hækkast, og harvið verður 10 ára skeiðið stytt. Henda frádráttarupphædd er tann sama, sum er galdandi við Kapitalpensión.
Um arbeiðsgevari rindar gjaldið fyri ein starvssettan, skal gjaldið ikki roknast sum partur av skattskyldugu inntøkuni (t.e. skal ikki dragast frá yvir 10 ár).
Fyri árið 2010 kunnu inngjøld dragast frá skattskyldugu inntøkuni í mesta lagi kr. 100.000.
Útgjald verða skattað sum vanlig skattskyldug inntøka.
Lutatrygging verður útgoldin í ávíst áramál.
English Edition



