A. Undantøka frá at gjalda tryggingargjald
1. Tryggingartakarin hevur rætt til undantøku frá at gjalda tryggingargjald, um arbeiðsføri hins tryggjaða minkar við 2/3 ella meira av fullum arbeiðsføri.
2. Óarbeiðsføri verður mett eftir reglunum í stk. B - E.
3. Undantøkan frá at gjalda tryggingargjald byrjar, tá ið arbeiðsførið hevur verið minkað í 3 mánaðir, og heldur fram, so leingi arbeiðsførið er minkað við 2/3 ella meira.
4. Føroya Lívstrygging kann nær tað skal vera krevja skjalprógvað, at arbeiðsførið er minkað.
5. Fær tryggjaði arbeiðsførið aftur, soleiðis at fortreytir ikki longur eru fyri undantøku frá at gjalda tryggingargjald, skal tryggingartakarin aftur gjalda fult tryggingargjald.
B. Hvørjir skaðar verða endurgoldnir
1. Tryggingin gevur rætt til undantøku frá at gjalda tryggingargjald og/ella at fáa tryggingarveiting av óarbeiðsføri, um arbeiðsføri hins tryggjaða av sjúku ella vanlukku minkar við 2/3 ella meira, samb. stk. D og E.
2. Óarbeiðsførið verður ásett í stigum við læknaligari meting sum grundarlagi og eftir upplýsing um, hvat hin tryggjaði er førur fyri at forvinna, tá ið væntandi arbeiðsføri hans verður havt í huga. Tá ið mett skal verða um inntøkumøguleikarnar, verður tað gjørt við atliti at verandi heilsustandi hins tryggjaða, útbúgving og virkistáttum í fyrra virksemi hans, við tað at arbeiðsmøguleikarnir skulu metast bæði innan fyri egna yrki hins tryggjaða og innan fyri nærskyldar ella hóskandi vinnugreinir. Metingin er við øðrum orðum ikki avmarkað til arbeiði, ið hin tryggjaði higartil hevur havt.
Hareftir verður óarbeiðsføri ásett í stigum við at samanbera inntøkumøguleikarnar við vanligari arbeiðsinntøku fyri persón í sama aldri og við javnbjóðis útbúgving í sama landsparti.
C. Hvørjir skaðar verða ikki endurgoldnir
Tryggingin gevur hvørki rætt til tryggingarveiting ella til undantøku frá at gjalda tryggingargjald, tá ið óarbeiðsførið stendst av,
1. sjúku ella vanlukkutilburði, sum hin tryggjaði hevur valdað við vilja.
sjúku ella vanlukkutilburði orsakað av sjálvelvdari rúsing, misnýtslu av rúsdrekka, rúseitri ella evnum við líkum virknaði,
3. nervøsum klagum, sum ikki læknaliga kunnu nevnast tráð sálarligt brek, og likamligur sjúkustandur uttan objektiv sjúkutekin, uttan so at standurin hevur ført til innlegging á sjúkrahús.
4. viðurskifti, sum koma undir avmarkingarnar, sum eru nevndar í § 9, og vandaøkjandi umstøðum, uttan so at skrivlig avtala er gjørd við Føroya Lívstrygging.
D. Avlamisrenta
Um tryggingin fevnir um avlamisrentu, verður útgoldið eftir niðanfyrinevndu reglum, um arbeiðsføri hins tryggjaða minkar við 2/3 ella meira av fullum arbeiðsføri.
1. Avlamisrentuupphæddin er tilskilað í tryggingarskjalinum.
2. Avlamisrentan er teknað við 3 mánaða karenstíð. Karenstíðin verður roknað at byrja, tá ið hin tryggjaði í aðrar mátar lýkur treytirnar fyri útgjalding av tryggingarveiting við óarbeiðsføri, samanber pkt. 8.
Goldið verður hvønn mánað frammanundan frá tí, at arbeiðsførið støðugt hevur verið minkað við 2/3 ella meira í karenstíðini.
Útgjaldingin heldur fram við tí fortreyt, at óarbeiðsføri hins tryggjaða ikki batnar so nógv við læknaviðgerð, umskúling, endurvenjing, útbúgving ella á annan hátt, at tryggjaði ikki longur hevur rætt til at fáa tryggingarveiting fyri óarbeiðsføri, samanber § 8.
Tryggjaði skal boða Føroya Lívstrygging frá, um heilsan batnar.
5. Føroya Lívstrygging kann nær tað skal vera krevja skjalprógvað, at tryggjaði lýkur treytirnar fyri, at avlamisrenta kann verða útgoldin.
6. Útgjaldingin heldur uppat í seinasta lagi, tá ið tryggingin endar, ella tá ið tryggjaði doyr.
E. Avlamistryggingarupphædd
Fevnir tryggingin um avlamistryggingarupphædd, verður goldið eftir niðanfyri nevndu reglum, um arbeiðsføri hins tryggjaða minkar við 2/3 ella meira av fullum arbeiðsføri.
1. Avlamistryggingarupphæddin er tilskilað í tryggingarskjalinum.
2. Avlamistryggingarupphæddin er teknað við 12 mánaða karenstíð. Karanstíðin byrjar, tá ið tryggjaði lýkur treytirnar fyri at tryggingarveiting fyri óarbeiðsføri verður goldin, sbr. § 8 B.
3. Goldið verður, tá ið arbeiðsførið støðugt hevur verið minkað við 2/3 ella meira í karenstíðini, um so er, at hin tryggjaði er á lívi, tá ið karenstíðin er komin at enda.
4. Útgjalding er treytað av, at tað minkaða arbeiðsførið verður mett at vera varandi. Øll líkindi skulu vera til, at óarbeiðsføri hins tryggjaða ikki nú ella seinni við læknaviðgerð, umskúling, endurvenjing, útbúgving ella á annan hátt, kann bøtast so mikið, at hin tryggjaði ikki longur lýkur treytirnar fyri útgjalding av tryggingarveiting við arbeiðsførismiss, samanber pkt. 8 B.
F. Um skaðin hendir
1. Fráboðan um óarbeiðsføri, ið kann føra til krav um undantøku frá at gjalda tryggingargjald ella um útgjalding av tryggingarveiting, skal gerast á oyðiblað, ið fæst frá Føroya Lívstrygging.
Um fráboðað verður seinni enn 6 mánaðir eftir, at hin tryggjaði hevur mist arbeiðsførið, verður tað minkaða arbeiðsførið roknað frá fráboðanardegnum.
Í serligum førum kann óarbeiðsføri verða roknað at vera íkomin fyrri.
2. Hin tryggjaði skal vera í neyðugari læknaviðgerð og fylgja forskriftum læknans. Ger hann ikki tað, kann rætturin til at fáa tryggingarveiting falla burtur.
3. Føroya Lívstrygging hevur rætt til at leita sær upplýsingar hjá øllum, ið hava havt hin tryggjaða í viðgerð, og kann krevja hin tryggjaða kannaðan av lækna, ið tryggingarfelagið velur.
Føroya Lívstrygging rindar útreiðslur til læknaváttanir, kanningar o.a., sum felagið krevur, tó ikki ferðaútreiðslur til uttanlandsferðir.
English Edition



