Tað er beint nú, meðan lívsfelagin og børnini hava mest brúk fyri tær, at tú skalt geva teimum okkurt at styðja seg til, um tú sjálvur fellur frá. Tað er eisini beint nú – í góðum og birgum árum – at hugsast skal um eftirlønina, og hvussu tú kanst vissa tær virðilig kor saman við tínum kæru á lívskvøldinum. Tess fyrr, tú byrjar, tess betri verða korini – og tess minni verður gjaldið, ið tú skalt seta av.

English Edition



