Tryggingarupphæddin í sambandi við deyða verður útgoldin til næsta avvarðandi, uttan so at onnur skrivlig avtala er gjørd við Føroya Lívstrygging. Næsti avvarðandi er hjúnafelagi. Um eingin hjúnafelagi er, verður útgoldið til børn (lívsarvingar). Eru eingir lívsarvingar, verður útgoldið sambært arvalógini.
Er trygging teknað við skattafrádrátti, kann tilskilingin bert ásetast at vera næsti avvarðandi ella deyðsbúgv, ið so kann skipast við testamenti. Er trygging ikki teknað við skattafrádrátti, er møgiligt at innseta onnur enn næsta avvarðandi sum njótunartilskilaðan.
Ynskir ein tryggingarupphæddina útgoldna til onnur enn næsta avvarðandi, t.d. til sambúgva, skal hetta fráboðast skrivliga til Føroya Lívstrygging.
English Edition



