Føroya Lívtrygging

Kapitaltrygging

Við eini kapitaltrygging verður samansparda upphæddin útgoldin í einum við eftirlønaraldur. Útgjaldingin kann sum høvuðsregla í fyrsta lagi fara fram við 60 ára aldur.
 
Ein kapitaltrygging kann stovnast fram til fylta 60. árið. Tað, ið verður inngoldið, kann dragast frá skattskyldugu inntøkuni ella inngjaldast av arbeiðsgevara skattafrítt – tó í mesta lagi kr. 25.000 árliga (2010). Fyri árið 2009 var mesta talið kr. 50.600)
 
Tá útgoldið verður, skal svarast 35% á avgjaldi til Landskassan.
 
Hámarkið fyri inngjald á kapitaltrygging nýtist tó ikki at vera nøkur forðing fyri hægri inngjaldi, tí okkara skipan er samansett á tann hátt, at inngjøld oman fyri hámarkið fara á lutaeftirløn, ið hevur eitt hámark fyri frádrátti upp á kr. 100.000.
Login
Logga á kundaportalin