Føroya Lívtrygging

Óarbeiðsføri

Trygging við óarbeiðsføri gevur rætt til veiting í staðin fyri vanliga løn, um tú vegna sjúku ella vanlukku missir arbeiðsførið í tann mun, sum ásett er í tíni tryggingaravtalu. Veitingin verður útgoldin, so leingi tú ert óarbeiðsfør/ur, um neyðugt heilt fram til eftirlønaraldur. Uppá longri sikt verður mett um títt generella arbeiðsføri.
 
Útgoldið verður hvønn mánað, og hetta verður skattað sum vanlig skattskyldug inntøka. Tryggingargjaldið kann dragast frá skattliga.
 
Vanliga verður trygging við óarbeiðsføri teknað saman við eftirlønartrygging og lívstrygging. Tá ið tú teknar trygging, velur tú, hvussu stór veitingin skal vera. Set teg í samband við okkum, um tú vilt tekna trygging við óarbeiðsføri ella hevur einhvønn spurning um hetta.
 
Tak niður skaðafráboðan við óarbeiðsføri sum pdf-fílu her. 
 
Tú kanst eisini lesa okkara tryggingartreytir um veiting við óarbeiðsføri.
 
Login
Logga á kundaportalin