Føroya Lívtrygging
Lív - ella Føroya Lívstrygging, sum er juridiska navnið, varð sett á stovn 1/1 1967. 1/1 2000 varð Føroya Lívstrygging gjørt til partafelag. 
 

Lív veitir eftirløn og lívstrygging til størra partin av føroyska arbeiðsmarknaðinum og umboðar flestu føroysku fakfeløgini.

 

Sum størsti veitari á eftirlønarøkinum er Lív samstarvsfelagin, ið tryggjar framtíðar lívskorini hjá meirilutanum av føroyingum. Hetta er ein ábyrgd, ið krevur serfrøði, trúvirði, opinleika og tryggleika.  Hetta eru kjarnuvirðini, ið Lív byggir á. Nýggi samleikin er í tráð við hesi virði.

 
 
Søga:
Frá stovnan og fram til 1998 hevði Føroya Lívstrygging tætt tilknýti til Tryggingarfelagið Føroyar, ella Tryggingarsambandið, sum tað kallaðist tá, og feløgini høvdu somu stjórn og nevnd. Hetta hóast Føroya Lívstrygging síðan byrjan hevur verið sjálvstøðugur stovnur. Síðan 1998 er hetta tilknýtið minkað niður í nærum einki, og stjórn og nevnd eru sett fyri P/F Føroya Lívstrygging.
 
Vit plaga at siga, at vit halda til í Quillingsgarði, ið er eitt av elstu húsum í Havnini, men umframt hetta húsast vit í veruleikanum í seks samanbygdum húsum, m.a. har Wenzel Petersen, Aage Dahl og Sápuhúsið hildu til fyrr.
 
Login
Logga á kundaportalin